Veljarakanning: Reyður meiriluti í Danmark

Hóast valið til ES tingið í Danmark í gjár gav ein lítlan borgarligan meiriuta, so vinna reyðu flokkarnir í veljarakanning í dag

Í Vinstra vóru tey sera fegin um valúrslitið í gjár, hóast tey mistu 2 av 4 sessum. Morten Løkkegaard er helst valdur fyri fjórðu ferð at umboða Vinstra í Brússel. Men dagins veljarakanning er kortini ikki so spennandi hjá Vinstra, sum valið í gjár

Tað er stórur munur á, hvussu danir velja til ES tingið og til Fólkatingið. Tað hava vit sæð fleiri ferðir.

Um veljarakanning hjá Voxmeter í dag er eftirfarandi, so tað  einki broytt í so máta.

Sambært kanningin missi Javnaðarflokkurin heili 7,6 prosent, men hann varðveit støðuna sum størsti flokkurin í Danmark. Hann fær 19,9 prosent. Á ES valinum í gjár fekk hann bara 15,6 prosent.

Í kanningini í dag er SF næststørsti flokkur við 15,3 prosentum. Á valinum í gjár var hann størstur við 17,4 prosentum.

Liberal Alliansa er á triðja plássi í kanningini í dag við 14,2 prosentum. Á valinum í gjár fekk hann bara 7 prosent.

Tilsamans vísir veljarakanningin, at reyðu flokkarnir fáa 91 fólkatingssessir, meðan teir borgarligu bláu flokkarnir fáa 84. Fýra sessir eru í Grønlandi og Føroyum, sum ikki ávirka javnvágina millum siðbundnu blokkarnar í Danmark.

Á valinum í gjár fingu bláu flokkarnir ein lítlan meiriluta í prosentum. 50,2 prosent ímóti 49,8 prosentum. Men í tingsessum vunnu teir reyðu flokkarnir 8 og teir bláu 7.

Stjórnin stendur í kanningini til at fella við einum braki, tí tey fáa bara 61 sessir. Harvið mangla teir 29 sessir til tess at vinna meiriluta.

 

##med2##

 

##med3##

 

Í Vinstra vóru tey sera fegin um valúrslitið í gjár, hóast tey mistu 2 av 4 sessum. Morten Løkkegaard er helst valdur fyri fjórðu ferð at umboða Vinstra í Brússel. Men dagins veljarakanning er kortini ikki so spennandi hjá Vinstra, sum valið í gjár

Dagsins veljarakanning til Fólkatingið hjá Voxmeter

Valúrslitið til ES valið í Danmark í gjár