VIDEO: Barcelona vann Champions League Final Four

(Video) Síggj ein samandrátt av Champions League finaluni Aalborg-Barcelona 30-31 (15-15)

Mynd: Eurohandball

Tað fekk akkurát ikki hjá Mikkel Hansen at vinna Champions League í sínum seinasta dysti fyri eitt felagslið.

 

Barcelona vann sera tepurt finaluna í Champions League Final Four 31-30 í Lanxess høllini í Köln. Mikkel Hansen átti seinasta skotið í finaluni. Hann skuldi við einum fríkasti royna at vinna Aalborg longda leiktíð, men ólukkutíð fór bólturin í yvirleggjaran hjá Barcelona, og so kundu katalanarnir stórfegnast um ellinta Champions League sigurin í søguni.

 

Í steðginum var støðan javnleikur 15-15, og var talan um ein sera javnan og spennandi dyst.

 

Í samrøðu við DR staðfesti Mikkel Hansen, at talan var um eitt stórt vónbrot ikki at kunna enda yrkisleiðina í felagshondbólti við einum Champions League sigri.

 

Niklas Landin í Aalborg málinum bjargaði 30 prosent av málroyndunum, meðan landsmaðurin, Emil Nielsen bjargaði 36,4 prosent av málroyndunum.

 

Mikkel Hansen var toppskjútti hjá Aalborg við átta málum, og Melvyn Richardson var toppskjútti hjá Barcelona, eisini við átta málum.

 

Aalborg vann tó danska meistaraheitið, og 28-26 (11-11) sigurin móti týska liðnum, Magdeburg í hálvfinaluni ígjár var eitt sera gott avrik hjá danska liðnum. 

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá finaluni í Champions League:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Eurohandball