VIDEO: Serbiski landsliðsvenjarin var við til at vinna 8-1 á Føroyum

(Video) Dragan Stojković var við til at vinna 3-1 og 8-1 á Føroyum í 1996

 

 

 

Serbiski landsliðsvenjarin, Dragan Stojković sum skal royna saman við leikarum sínum at vinna Serbia heiður og æru við EM-endaspælið í Týsklandi, Dragan Stojković hevur á tveimum sinnum spælt móti Føroyum.

 

Dragan Stojković var millum leikararnar hjá Jugoslavia, ið vann 3-1 á Føroyum í einum HM-undankappingardysti á Crvena Zvezda leikvøllinum í Beograd 24. apríl í 1996. Jugoslavia vann 3-1. Longu aftaná ein hálvan tíma var Jugoslavia á odda 3-0, men føroysku leikararnir stríddust mannliga, og í 53. minutti skoraði John Petersen eitt so flott mál við einum heilfluktara, at øll áskoðarafjøldin á Crvena Zvezda leikvøllinum klappaði.

 

Talan var um ein serligan dyst fyri Jugoslavia. Tí tað var fyrsti kappingardysturin Jugoslavia spældi aftaná stongsulin, ið førdi til, at teir sluppu ikki til EM-endaspælið í Svøríki í 1992. Danmark kom við upp á avboð og vunnu kappingina. Í EM-undankappingini í 1990 og 1991 vóru Føroyar í bólki saman við Jugoslavia. Tá taptu vit 0-7 og 0-2 fyri Jugoslavia. Í seinna dystinum í Landskrona, har vit taptu 0-2 vóru okkara menn sera væl við í dystinum.

 

HER ber til at síggja málini frá 3-1 sigrinum hjá Jugoslavia 24. apríl í 1996:

 

##med2##

 

Dragan Stojković var eisini millum leikararnar hjá Jugoslavia, tá Føroyar vóru fyri størsta tapinum nakrantíð. Hetta var á Svangaskarði á Toftum 6. oktober í 1996 í ringum veðurlíkindum og á einum hálum grasvølli. Í 90. minutti skoraði Dragan Stojković til støðuna 8-1 til Jugoslavia upp á eitt brotsspark. Tá 26 minuttir vóru leiktir hevði Jan Allan Müller minkað um munin til 1-2 við einum góðum skoti, men eftir tað glógvaði tíverri ikki nógv í okkara monnum. 

 

HER ber til at síggja málini frá 8-1 sigrinum hjá Jugoslavia 6. oktober í 1996:

 

##med3##

 

##med4##