VIDEO: Soleiðis vann THW Kiel Champions League bronsu

Eitt langt kappingarár hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel fekk ein góðan enda

Sjónvarpsskíggjamynd

Aftaná stórtapið í hálvfinaluni 18-30 (9-15) fyri Barcelona í Final Four í Champions League í Lanxess høllini í Köln reisti liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel seg í dag.

 

Kiel spældi seinnapartin bronsudyst móti týsku greipuvinnarunum, Magdeburg.

 

Við einum framúr góðum avriki í fyrra hálvleiki megnaði Kiel at vinna 32-28 á Magdeburg. Í steðginum var Kiel á odda heili 23-14.

 

Tomas Mrkva stóð við 15 bjargingum væl í málinum hjá Kiel. Eric Johanson var toppskjútti við sjey málum, og Magnus Landin Jacobsen, Mikola Bylik og Niclas Ekberg skutu seks mál hvør fyri Kiel.

 

Elias hevði tvær málroyndir, men tær sótu tíverri ikki. Men hann vann so Kiel eitt brotskast, og hann trekti eisini eina útvísing til Magdeburg í tí heldur avmarkaðu spælitíðini hann fekk í dag.

 

Í sínum fyrsta kappingarári við Kiel vann Elias sostatt bronsu í Champions League, umframt Super Cup (Stórsteypadystin) við kappingarbyrjan.

 

At spæla í Final Four í Champions League hevur verið barnadreymurin hjá Eliasi, og tað hevur hann so rokkið nú. Komandi ár má tað tó vera Final Four í EHF European League, um Kiel vinnur seg so langt í tí kappingini. 

 

Kiel gjørdist nummar fýra í bundesliguni. Í týsku steypakappingini rakk Kiel ikki eingong áttandapartsfinalunum, ið var eitt stórt vónbrot. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá bronsudystinum:

 

##med2##

 

Sjónvarpsskíggjamynd