Víkingur vann stórt á Skála

Nú verður fokus vent ímóti hálvfinaluni, meðan skálamenn hava plássið í bestu deildini at hugsa um

Víkingur vann í góðveðrinum í kvøld 4-0 í góðveðrinum undir Mýruhjalla á Skála. Hálvleiksstøðan var 3-0, og trivaligi sigurin ber við sær, at tað er greitt, at Víkingur eisini verður topplið, tá ið 13. umfar seint seinnapartin í morgin verður liðugt.

 

Víkingur fer mikukvøldið at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tað verður í Sarpugerði ímóti HB, sum vann fyrru hálvfinaluna 1-0.

 

At sigurin var so trivaligur, og at leiðslan í fyrra hálvleiki bar við sær, at tað var møguleiki hjá Jóhan Petur Poulsen venjara hjá Víkingi at dosera orkuna soleiðis, at onkrir av teimum, sum eru ætlaðir at vera við mikukvøldið, ikki vóru á vøllinum alla tíðina í kvøld.

 

Eitt nú var Finnur Justinussen ikki millum teir fyrstu ellivu, og bæði Sølvi Vatnhamar og Atli Gregersen, sum í dag hevur 42 ára føðingardag, vóru útskiftir í seinna hálvleiki.

 

Skála steig av álvara skeiva beinið út um songarstokkin. Longu í sjeynda minutti vóru skálamenn óhepnir at gera sjálvmál, og tá ið eitt korter var farið, økti Jørgen Nielsen um leiðsluna til 2-0. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi, og hann hevur ikki skorað í bestu deildini síðani 30. september í fjør, tá ið hann spældi við B68, og dystur í Gundadali millum HB og B68 endaði 3-3. Ta ferðina javnaði Jørgen Nielsen í 45. minutti til 2-2.

 

Miðverjin og landsliðsspælarin Arnbjørn Svensson økti tríggjar minuttir undan steðginum um munin til 3-0. Tá átti fyrrverandi skálaspælarin Poul Kallsberg uppleggið, og tríggjar minuttir eftir steðgin var tað Poul Kallsberg, sum staðfesti 4-0 sigurin. Hetta var sjeynda málið hjá Poul Kallsberg í ár.

 

Hetta var neyvan dysturin, sum Pauli Poulsen og Skála høvdu kalkulerað við at vinna so nógv burturúr. Mánakvøldið um eina stóra viku verður 07 Vestur gestur undir Mýruhjalla, og tá verður talan um lykladyst hjá Skála, sum hevur fyri neyðini at taka seg longri burtur frá niðurflytingarstrikuni.

 

Víkingur er topplið við 36 stigum, og Skála er á sjeynda plássi við 13 stigum.