Vildi ikki upplýsa hvør hann var

Tað hevur sum heild verið friðarligt í náttarlívinum í Havn og í Kollafirði og Skálafirði, har tiltøk vóru, var heldur ikki nógv at koma eftir.

 

Hóast væl av fólk var í býnum í nátt, og onkur tiltøk eisini vóru kring landið, var náttin sum heild rættiliga friðarlig hjá løgregluni.

 

Sundalagsstevna hevur verið í Kollafirði, og í Skálafirði hevur tiltakið - Fjarðarrok - eisini verið.

 

Í Kollafirði var einki at koma eftir; her gekk alt upp á stás, og tað gjørdi tað fyri so vítt eisini í Skálafirði.

 

Men, í Skálafirði hevði ein maður helst fingið heldur nógv upp í høvdið eina løtu.

 

- Tá hann varð vaktur, vildi hann ikki siga, hvør hann var. Tað helt hann ikki vera neyðugt, tá løgreglan vildi hava at vita navnið.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at fólk hava skyldu at upplýsa, hvørji tey eru, tá løgreglan spyr. 

 

Men, tað hevði hesin maðurin í Skálafirði so ongan hug til. Løgreglan fekk kortini at vita, hvør maðurin var.

 

Í náttarlívinum í Havn varð ein persónur skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, tí viðkomandi var heldur ólátaður í býnum.

 

Løgreglan hevði eisini eitt mál fyrrapartin í gjár, har ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn.