Vilja varðveita Sankta Jósef dagstovnin sum sjálvsognarstovn

Vís mær at garði, og eg skal siga tær hvør inni býr

Nevnd, leiðsla, starvsfólk og foreldur í Dagstovninum Sankta Jósef:

 

Nevnd, leiðsla, starvsfólk og foreldur í Dagstovninum Sankta Jósef vilja heita á Tórshavnar Kommunu at vísa drúgva arbeiðnum hjá fransiskanarasystrunum og støðuføstu mentanini á stovninum virðing við at varðveita Dagstovn Sankta Jósefs sum sjálvsognarstovn.

Søgan

Dagstovnur Sankta Jósefs er hin elsti í Tórshavn. Virksemið byrjaði í 1931, og síðan 1968 hevur barnagarðurin hildið til í Varðagøtu. Í 2022 byrjaði vøggustova eisini á dagstovninum. Virksemið varð í nógv ár væl rikið av fransiskanarasystrunum, og fleiri teirra hava havt virkandi tilknýti til stovnin ella verið í starvi heilt fram til í dag. Sostatt liggur holl søga og stórur siðaarvur á stovninum. Stovnurin hevur gjøgnum nógv ár uppbygt eina sterka mentan við støðufesti og tryggleika fyri børnini.

Sjálvsognarstovnur

Dagstovnur Sankta Jósefs er sjálvsognarstovnur, og er skipaður við leiðara og eini nevnd við umboðum fyri fransiskanarasystrunum, foreldrum og Tórshavnar Kommunu. Stovnurin er væl virkandi við nógvum námsfrøðingum og einum positivum og støðugum umhvørvi. Virksemið er sjáldan skert á stovninum. Stovnurin hevur eitt gott samstarv við Tórshavnar Kommunu. Kommunan hevur eftirlit við námsfrøðiligu dygdini á stovninum, eins og hon bjóðar sernámsfrøðiliga ráðgeving og stuðul. Stovnurin hevur tó egna fíggjarstýring og ræði at raðfesta eftir tørvi og áhugamálum, sum eru galdandi á júst okkara stovni.

Tórshavnar Kommuna ætlanir um at keypa bygningin

Nú fransiskanarasystrarnar tíverri flyta úr Føroyum, hevur Tórshavnar Kommuna gjørt avtalu við tær um at keypa bygningin, har dagstovnurin dagliga húsast. Tá miðlað varð um keypið, kom tað brátt á bæði nevnd, leiðslu, starvsfólk og foreldur, at ætlanin er at leggja stovnin inn undir fullan kommunalan rakstur. Slíkar ætlanir hava avleiðingar, sum eiga at verða lýstar, og kunningin átti fyrst og fremst at verið beinleiðis givin teimum, ið verða ávirkað av hesari avgerð. Afturat hesum, eru vit – nevnd, leiðsla, starvsfólk og foreldur - ósamd í, at hetta er rætti vegur at fara. Mest umráðandi fyri okkum á stovninum er, at virksemið heldur fram sum vant fyri børn og starvsfólk.

 

Ynskja ikki at stovnurin verður kommunalur

Vit vilja gera týðiliga vart við, at vit ikki stuðla ætlanini um at gera Dagstovn Sankta Jósefs til ein fult kommunalan stovn. Vit meta, at besti máti at framhaldandi tryggja mentanina og góðsku á stovninum og harvið trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum, er at halda áfram við verandi skipan av stovninum sum sjálvsognarstovnur.

Varðveita Dagstovn Sankta Jósefs sum sjálvsorgnarstovn

Vit vilja tí heita á Tórshavnar Kommunu at vísa drúgva arbeiðnum hjá fransiskanarasystrunum og støðuføstu mentanini á stovninum virðing við at varðveita Dagstovn Sankta Jósefs sum sjálvsognarstovn.

Nevnd, leiðsla, starvsfólk og foreldur í Dagstovninum Sankta Jósef

 

Í nevndini eru:

 

Anna Rein, forkvinna

 

Rakul Gudjónsson,

 

Bente Kjær,

 

Iben Nyholm Debess

 

Louise Restorff Jacobsen