Forkvinna í ES nevndini, Ursula von der Leyen, kann bara vera á fundinum í kvøld í eina løtu, tí hon er í uppskoti til starvið sum forkvinna næsta skeið eisini. Her sæst hon saman við Aksel V. Johannesen í Tingnesi 14. mars í ár

Von der Leyen fær stuðul at halda fram

Ursula von der Leyen nærkast eini tilnevning til starvið sum ES nevndarforkvinna.

Forkvinna í ES nevndini, Ursula von der Leyen, kann bara vera á fundinum í kvøld í eina løtu, tí hon er í uppskoti til starvið sum forkvinna næsta skeið eisini. Her sæst hon saman við Aksel V. Johannesen í Tingnesi 14. mars í ár

Fyri eitt sindur meira enn eini viku síðani vann borgarliga EPP-bólkurin hjá Ursulu von der Leyen valið til ES tingið.

Nú kann hon vera nær við at verða tilnevnd av nýggjum til forkvinnu í ES nevndini.

Á veg inn á ein óformligan ES toppfund í Brússel í kvøld siga fleiri ES leiðarar seg stuðla Ursulu von der Leyen.

Tað ger eisini danska forsætisráðfrún, Mette Frederiksen.

– Eg haldi sjálv, at Ursula von der Leyen hevur gjørt eitt rættiliga gott arbeiðis um formkvinna í ES nevndini og harvið sum leiðari í ES.

– Eg haldi, at tað verður lættari hesaferð, enn tað var seinast. Tað er rættiliga gott fyri Evropa, um vit kunnu finna eina skjóta loysn, sigur Mette Frederiksen.

Hon leggur tó dent á, at hon »ikki fer at seta navn á øll størvini« undan toppfundinum.

Týski samveldiskanslarin, javnaðarmaðurin Olaf Scholz, tónar eisini reint flagg í sínum stuðli til Ursulu von der Leyen.

– Politiski meirilutin sum higartil hevur stuðla von der Leyen í tinginum, hevur aftur meiriluta eftir valið. Tí haldi eg, at tað verður møguligt at finna eina skilagóða loysn skjótt, sigur Scholz á veg inn á fundin.

Harvið sigur hann eins og Mette Frederiksen, at stjórnarleiðararnir úr javnaðarflokkum vilja stuðla borgarligu von der Leyen til eitt nýtt skeið.

– Tað hevur týdning, at tað verður tikin ein skjót avgerð, tí vit hava truplar tíðir, og tað er tí týdningarmikið at vita, hvat framtíðin hevur at bjóða fyri Evropa, sigur Scholz.

Eisini virkandi hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, og grikski forsætisráðharrin , Kyriakos Mitsotakis, siga, at teir stuðla øðrum skeiði hjá Ursulu von der Leyen.

Mark Rutte væntar tó ikki eina politiska avtalu longu í kvøld, men harafturímóti eina formliga avtalu á ES toppfundinum í Brússel í næstu viku.

– Tað er ein heilan pakka, vit skulu taka avgerð um. Eg vætni, at semjan fer at hald. Men latið okkum nú síggja, hvat hendir í kvøld, sigur Rutte.

Írski forsætisráðharrin, Simon Harris, frættir ikki um onnur boð enn von der Leyen.

– Von der Leyen var høvuðsvalevni fyri politiska bólkin, sum fekk flestar sessir á valinum til ES tingið.

– Eg haldi, at tað er við at vera semja, og eg havi ikki hoyrt onnur erða nevnd. Men eg er ógvuliga tilvitaður um, at tilgongdin eisini fevnir um ES tingið, sigur Simon Harris.

Hann sipar harvið til, at ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES londunum í fyrstu syftu hava rættin til at tilnevna eitt nú Ursulu von der Leyen til starvi ES nevndarforkvinna.

Men hon fær bara starvið, um hon aftaná kann savna ein meiriluta upp á 361 av teimum 720 nývaldu politikarunum í ES tinginum.

Har hevur von der Leyen tann fyrimun, at samgonga hennara tvørtur um miðuna við javnaðarbólkinum S&D og liberala Renew-bólkinum framvegis hevur meiriluta í tinginum.

Atkvøðugreiðslan er tó loynilig, og tað er ikki óvanligt, at 10 til 15 prosent av politikarunum savna atkvøður aðrastaðni ein í egnum bólkum.

Tí arbeiðir von der Leyen eisini uppá at fáa stuðul frá teimum Grønu í ES tinginum og frá innflytaraatfinningarsama flokkinum hjá Meloni í Itali, Brøður Italia.

Umframt starvið sum ES nevndarforkvinna skulu eisini trý onnur nøvn finnast.

Antonio Costa úr Portugal er favorittur at verða nýggjur ES forseti eftir Charles Michel úr Belgia.

Forsætisráðfrúan í Estlandi, Kaja Kallas, er nevnd sum høga umboðið í ES – ella í ES uttanríkisstjóri – eftir spanska Joesp Borell.

Síðsta starvið for fokvinna í ES tinginum, har Roberta Metsola úr Malta tykist vera besta boðið.

/ritzau/

 

Forkvinna í ES nevndini, Ursula von der Leyen, kann bara vera á fundinum í kvøld í eina løtu, tí hon er í uppskoti til starvið sum forkvinna næsta skeið eisini. Her sæst hon saman við Aksel V. Johannesen í Tingnesi 14. mars í ár