info
Ongi úrslit

Bæði Brandur og Jóannes skoraðu

Við sigri í brotssparkskapping tryggjaði Fredrikstad sær í kvøld 12. gullið í norsku steypakappingini

Jóannes Hansen
7. desember 2024 kl. 18:09

Tað er føroyskur fagnaður á norska tjóðarleikvøllinum Ullevaal í kvøld.

Frederikstad hevur vunnið norsku steypakappingina í fótbólti. Tað var ímóti Molde FK og eftir brotssparkskapping.

Hetta er 12. ferðin, at Fredrikstad er norskur steypavinnari, og sigurin er staðfesting av góðum ári. Eftir uppflytingina í fjør, tá ið Mikkjal Thomassen var venjari, endaði Frederikstad á sætta plássi í landskappingini, og í kvøld tryggjaði Fredrikstad sær við sigri í steypafinaluni rætt at spæla í Europa á sumri í 2025.

Jóannes Bjartalíð var á vøllinum alla tíðina, og Brandur Hendriksson Olsen varð skiftur inn í longdu leiktíðini.

Báðir teir føroysku spælararnir áttu avgerandi leiklut. Tað hevur verið kappast í steypakapping í Norra síðani 1902. Í kvøld var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna vinnaran, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað ikki eydnaðist at skora mál í opnum spæli.

Í brotssparkskappingini skoraðu bæði Jóannes Bjartalíð og Brandur Henriksson Olsen.

Brandur Hendriksson Olsen skrivaði í kvøld søgu á tann hátt, at hann er fyrsti føroyski spælarin, sum hevur vunnið tvær steypafinalur uttanlands. Hann hevur áður vunnið donsku steypakappingina við FCK. Í 2015 skoraði hann sigursmálið við fínum frísparki. Hetta var síðsti dysturin yvirhøvur hjá Brandi Hendriksson Olsen fyri Fredrikstad.

Jóannes Bjartalíð var á KÍ liðnum, sum í 2016 vann steypafinaluna.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

14 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

19 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Órógvandi bumbuhóttanir

1 tími síðan
Fótbóltur

Mattias flytur upp við Strømsgodset - og er valdur á vikuliðið

1 tími síðan
Tíðindi

Stórt vatn í Grikkalandi er nærum horvið

1 tími síðan
Tíðindi

Bumbuhóttan móti flog­fari: Flog­vøll­ur í Pól­landi stongdur

1 tími síðan
Tíðindi

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

2 tímar síðan
Tíðindi

Lítlifløttur á Strondum hátíðarheldur 20 ára dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Sýslumenn á fund um at taka løgregluna undir føroyskt ræði

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Tøkni eigur at stuðla undir okkara menning

3 tímar síðan
Lýsingagrein

Takið kann lækka elrokningina

3 tímar síðan
Tíðindi

Tólv bilførarar tiknir við fartelefon

4 tímar síðan
Tíðindi

Funnu ikki út av hvaðani oljan stavaði

5 tímar síðan
Tíðindi

Sami maður skuld­sett­ur fyri handils­stuld­ur tvær ferðir

5 tímar síðan