Tað var tann 16. apríl í ár, at Landsbókasavnið boðaði frá, at frá síðst í apríl í ár varð einans møguligt at lesa talgildu føroysku bløðini og tíðarritini, á tidarrit.fo, við at vitja á Landsbókasavninum.
Men soleiðis er ikki longur – tá tað snýr seg um Sosialin. Tí Sosialurin kann nú bjóða haldarum sínum at lesa allar útgávur blaðsins, líka frí tí fyrsta eintakinum, sum kom út 24. mai í 1927. Tænastan er fyri haldarar, men ert tú ikki haldari av Sosialinum, so ber til at tekna eitt hald til gamla blaðsavnið við bløðum frá 1927-2020 á https://arkiv.sosialurin.fo. Tað kostar 25 krónur um mánaðin.
Haldarar kunnu lesa bløðini frá 2021 og frameftir á https://blad.sosialurin.fo.
Sambært Landsbókasavninum var orsøkin til at tey sløktu tidarrit.fo, at tøkniligi pallurin, sum tidarrit.fo lá á, skuldi niðurleggjast.
– Atgongd verður framyvir umvegis eina aðra skipan, men fyribils einans inni á Landsbókasavninum. Sostatt fer tað ikki at bera til, at sita heima við telduna og leita í gomlu føroysku bløðunum. Hetta hava fleiri annars havt stóra gleði av síðani skipanin kom fyri nøkrum árum síðani.
Landsbókasavnið boðað eisini frá tann 16. apríl í ár, at tey arbeiða við eini nýggjari loysn. Men enn er eingin loysn komin fyri skipanini við savninum hjá øllum teimum føroysku bløðunum. Men vónandi verður ein loysn funnin á hesum skjótt.
Í Tíðarrit hjá Landsbókasavninum vóru útgávur av Sosialinum frá 1927 til og við 1999. Í savninum, sum Sosialurin nú bjóðar, eru øll eintøk av blaðnum, sum eru komin út.
Gomlu bløðini eru ocr-lisin, so til ber at leita í tekstinum. Arbeitt verður við hesum, so góðskan kann betrast sum frá líður. Onkur bløð innímillum mangla enn í savninum, men arbeitt verður eisini við at dagføra tað.