info
Ongi úrslit

Beinir tosar við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin

Í morgin byrja verurligar samráðingar um at skipa nýggja samgongu

Eirikur Lindenskov
29. mars 2026 kl. 11:40

Fyrsti samráðingarfundurin at skipa nýtt landsstýri verður í morgin klokkan 10. Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, sigur, at hann hevur boðsent Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum til fyrsta samráðingarfundin.

Tað hevur ligið í kortunum, at vilji er til at skipa eina breiða tríflokkasamgongu. Í so máta eru tveir eyðsýndir møguleikar, ABC samgongan, sum farið verður at samráðast um í morgin, ella eina ACE, har Tjóðveldi er við í staðin fyri Sambandsflokkin. Ein annar matematiskur møguleiki við tríflokkasamgongu er millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, men tann samgongan er ikki sannlík. Nógv skal ganga galið, um tað skuldi endað við eini samgongu uttan um Fólkaflokkin. Ikki bara tí, at Fólkaflokkurin er størsti flokkur, men serliga tí, at eingin flokkur útilokar nakran.

Skal ein ABC samgonga skipast, so er tað sjálvandi treytað av ymsum semjum millum flokkarnar.

Beinir Johannesen hevur nevnt – í hesi raðfylgju – familjupolitikk, bústaðarpolitikk og vinupolitikk.

Viðvíkjandi familjupolitikkinum, so vóru ikki tær heilt stóru ósemjurnar at síggja í valstríðnum. Helst kunnu allir flokkar á tingi – í eini samgongu – semjast um familjupolitikk, sum millum annað skal geva barnafamiljum betri sømdir.

Bústaðarpolitikkurin snýr seg um at útvega fleiri bústaðir. Her eru ymsar hugsanir um tað. Eitt er at byggja fleiri bústaðir, har kunnu flokkarnir helst semjast, meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin neyvan eru við uppá at skatta sethúsaeigarar til fleiri bústaðir. Her hava fleiri aðrir flokkar ymsar kreativar loysnir upp á ognarskatt, sum bara skal raka nøkur. Tað er neyvan ein møguleiki í nakrari sannlíkari samgongu.

Okkurt valevni hjá Fólkaflokkinum hevur enntá ført fram, at rætturin hjá kommunum at leggja gjald á tóm hús skal takast aftur.

So er spurningurin, hvørja semju hesi flokkar kunnu finna um vinnupolitikkin. Fara vit tíggju ár aftur í tíðina, so var ósemjan millum Javnaðarflokkinn og borgarligu flokkarnar stór. Men tann ósemjan hevur ikki verið so nógv frammi seinastu árini og als ikki í valstríðnum. Sambandsflokkurin hevur gjørt semju við undanfarnu samgongu um tøkugjøld í alivinnuni, so kanska hesir tríggir flokkar finna ein leist, sum allir kunnu semjast um.

Sokallað tjóðarsemjan verður eisini eitt mál, tað hevur Beinir Johannesen sagt. Her hevur Sambandsflokkurin aðra støðu enn Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin. Men okkurt bendir á, at Sambandsflokkurin á onkran hátt vil flyta seg. Flokkurin hevur tosað so nógv um, at hann ikki úr ríkisfelagsskapinum. Til tað hevur Javnaðarflokkurin svarað, at hann ætlar sær ikki úr felagsskapinum við Danmark, at tað snýr seg ikki um tað. Men um at skipa Føroyar sum ríki í felagsskapi við Danmark, har alt er, sum tað hevur verið – uttan tað, vit hava rættindi sum ein statur at gera avtalur við onnur lond og felagsskapir.

Hest ber til at finna eina semju um tað, tí allir flokkar vilja hava størri uttanríkispolitiskar heimildir, eisin Sambandsflokkurin.

Á sosiala økinum hava flokkarnir fyrr verið samdir. Eitt nú var tað samgonga millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, sum kom við fólkapensjónini í 1959. Og samgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin kom við bæði arbeiðsloysisskipanini og Samhaldsfasta í tíðarskeiðnum 1991-1993.

Vit skulu tó hava í mentu, at samráðingarfundurin í morgin er fyrsti leikur. Nú kenna vit ikki fundarætlanina hjá Beini Johannesen – men tað er kanska eitt signal, at hesir flokkarnir eru teir fyrstu, hann tosar við.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Í gjár kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Umfatandi álop: Bumburnar regna yvir Kyiv í nátt

2 tímar síðan
Tíðindi

Heiðraðar fyri 25 ára starvsdagar

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann liðið hjá Teis á Benfica (European League)

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Ongland og Spania vunnu

5 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í stórum tangaskipi út fyri russiskum frítíðarbýi

5 tímar síðan
Tíðindi

Kvinna er við vit eftir miseydnaða avrætting

5 tímar síðan
Tíðindi

Adrian settist aftur av flogræðslu

6 tímar síðan
Tíðindi

Ronaldo biður um umbering eftir brádliga fráferð úr Danmark

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Torir Fólkaflokkurin ikki at handla, tá tað kemur til stykkis?

7 tímar síðan
Tíðindi

Vindmyllur í Norðsjónum sæddar úr rúmdini

7 tímar síðan
Tíðindi

Petur Mohr Reinert gevur barnabók út

8 tímar síðan
Tíðindi

Tú kanst ganga til film eins væl og til fótbólt

8 tímar síðan