info
Ongi úrslit

Ivast í um tað var lógligt at geva skiparanum bót

Henrik Old vil nú hava løgfrøðingar í Løgtinginum at kanna um Vørn hevur hevði heimild at geva skiparanum á Finni Fríða 130.000 krónur í bót

Áki Bertholdsen
18. juni 2021 kl. 08:48

Eg ivist stórliga í um Vørn hevur heimild til hetta her. Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Fyrr í vikuni fekk skiparin á Finni Fríða eitt sektaruppskot upp á 130.000 krónur í bót fyri ólógliga framferð í sambandi við fiskiskap eftir makreli.

Í hesum føri virkaði Finnur Fríði sum móttøkuskip hjá øðrum bátum, sum allir pumpaðu sína veiði í lastina í Finni Fríða, sum so sigldi til lands at avreiða. Endamálið var at hava makrelin so feskan, sum tilbar, tí tað hevur stóran týdning fyri dygdina.

Vørn sigur, at slíkt er ikki loyvt uttan loyvi frá Vørn, og tað høvdu tey ikki fingið, men Henrik Old ivast í um Vørn hevur grein í sínum máli og tað vil hann nú hava løgfrøðingar í Løgtinginum at kanna. Hann sigur, at hetta er ein framferðarháttur, sum hevur verið brúktur í Norðsjónum í eitt mannaminni fyri at hava so góðan fisk, sum tilber og hann hevur ikki funnið nakað í føroysku lóggávuni, sum forðar fyri hesum.

Hann vísir á, at lógin er broytt fleiri ferðir, men hann finnur einki í lógini, sum forðar fyri hesum. Tað er møguligt, at Vørn heldur seg til onkra kunngerð, men ein kunngerð kann ikki fara út um tað, lógin ásetur, sigur hann.

Sjálvur heldur hann, at hetta er tað einasta rætta at fiska í eini pulju, sum bátarnir hjá Varðanum hava gjørt í hesum føri, tí skjótari fiskurin kemur til viðgerar á virkinum, tess betri áðrenn. Tí heldur hann, at tað er púra burturvið at hava slíkar reglur.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

HF Karlskrona tapti á útivølli

1 tími síðan
Hondbóltur

KA/Þór var fyri fimta tapinum á rað

7 tímar síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti hjá Ajax við átta málum

7 tímar síðan
Fótbóltur

Västerås tapti á Gamla Ullevi leikvøllinum

8 tímar síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

8 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar russiskt diesel til sperdar amerikanarar

9 tímar síðan
Hondbóltur

Teis mátti lúta fyri sínum gomlu liðfeløgum

9 tímar síðan
Tíðindi

Grønland kann avtaka summartíð longu næsta ár

9 tímar síðan
Tíðindi

SMS: Neistin vann á StÍF

10 tímar síðan
Ítróttur

Stórt altjóða judovikuskifti í Havn

10 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann stórsigur á Ferizaj

10 tímar síðan
Tíðindi

Vance fer ikki at hyggja um av­rætt­ing verð­ur send bein­leiðis

11 tímar síðan