info
Ongi úrslit

Jákup: Vit vildu vinna steypið KÍ ikki hevur vunnið áður (FM1)

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá KÍ, Jákup B. Andreasen og málskjúttan og brotssparkssyndaran hjá HB, Adrian Justinussen seta orð á Stórsteypadystin

Heri Simonsen
3. mars 2020 kl. 21:25
##FM1## - Vit vildu vinna hetta steypið sum KÍ ikki hevur vunnið áður, og vit vóru ógvuliga motiveraðir. Hetta sigur Jákup Biskopstø Andreasen, liðskipari hjá KÍ aftaná samlaða 6-5 sigurin á HB í Stórsteypadystinum á Tórsvølli. Adrian Justinussen legði HB á odda 1-0 við einum sera flottum langsskotsmáli í vanligu leiktíðini, men hann gjørdist tann einasti av teimum 10 brotssparksskjúttunum sum brendi í brotssparkskappingini, og tað sendi Stórsteypið til Klaksvíkar: - Tíverri valdi Kristian Joensen somu síðu sum eg, sigur Adrian Justinussen og ergrar seg.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge, reportari hjá FM1 gjørdi við Jákup Biskopstø Andreasen og Adrian Justinussen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum í dystinum. Heðin Askham var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.  ##ms##

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

51 minuttir síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

1 tími síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

2 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

3 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

3 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

4 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vitjar Stórtingið

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir

5 tímar síðan