info
Ongi úrslit

Jóannes Eidesgaard velur Tjóðveldi

Fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins fer ikki at velja Javnaðarflokkin hesaferð. Orsøkin er sonur hansara

Eirikur Lindenskov
7. desember 2022 kl. 22:40

– Hóast eg hvørja einastu ferð í eina hálva øld havi valt ein og sama flokk, so geri eg nú tað undantak, at eg velji sonin framum.

Soleiðis sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins. Orsøkin er, at sonur hansara stillar upp fyri Tjóðveldi – og tað er orsøki til undantakið hesaferð, sigur Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard hevur eina drúgva yrkisleið sum politikari fyri Javnaðarflokkin. Fyrst sum býráðslimur á Tvøroyri og frá 1990 sum løgtigsmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann gjørdist landsstýrismaður í 1991-94 og aftur frá 1994-96. Hann var løgmaður frá 2004-08 og landsstýrismaður frá 2008-11.

Jóannes Eidesgaard greiðir soleiðis frá á Facebook um, hví hann hesaferð velur Tjóðveldi:

Hvat gert tú nú, Jóannes?

Eg veit ikki, hvussu oftani eg havi fingið henda spurningin seinastu vikurnar. Sipað verður sjálvandi til, at sonur mín Erling er uppstillaður til løgtingsvalið- ikki fyri Javnaðarflokkin, sum flest kanska høvdu roknað við, men fyri Tjóðveldi.

Eg havi eisini eg hoyrt atfinningar um, at konan og eg hava sett plakat upp á okkara húsavegg, og at eg havi hjálpt honum at sett plakatir upp runt um í landinum.

Men álvaratos - tunt er tað blóð, sum ikki er tjykkri enn vatn.

Henda støðan er bert enn eitt dømi um, at vit hava eitt rúmligt og frælst fólkaræði. Politiska sannføringin er persónlig og tín egna, og hana kann eingin bara soleiðis taka frá tær. Eingin sigur, at politiska hugsjónin er partur av arvagóðsinum, hóast tað mangan er so.

Erling og eg eri sera samdir á flestu økjum innan politiska spektrið - kanska serliga innan vinnupolitikk. Men hann er loysingarmaður um ein háls, og hóast eg mangan varð skýrdur fyri at vera í so sjálvstýrissinnaður, tá eg sat sum formaður fyri Javnaðarflokkin, so eri ikki enn har. Men Erling vil longur, og tað havi eg sjálvandi fulla og stóra virðing fyri. Virðingin fyri øðrum hugsjónum er styrkin í fólkaræðnum.

Men sum gamal politikkari og sum pápi, so má eg siga um Erling, at hann er vitandi, gløggur, málrættaðar og støðufastur - alt eginleikar, sum eyðkenna góðar politikkarar. Hann er ein vegvísari og ikkin nakar veðurhani.

Hann hevur trúliga valt meg á øllum valum, hóast hann ikki altíð var so samdur. So svarið upp á spurningin omanfyri er, at hóast eg hvørja einastu ferð í eina hálva øld havi valt ein og sama flokk, so geri eg nú tað undantak, at eg velji sonin framum.

Gott val.

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

18 tímar síðan

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

Í gjár kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Tað endaði við stórum vónbroti

33 minuttir síðan
Tíðindi

Septembur 2026 – næstan sum hann eigur at vera

2 tímar síðan
Tíðindi

Stella Polaris kappingin hildin í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla

2 tímar síðan
Tíðindi

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

3 tímar síðan
Tíðindi

Meiri ferð á føroyska búskapinum í fjør

4 tímar síðan
Fótbóltur

Heini er millum teir fyrstu ellivu í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Ísland økir alivinnuna við rúkandi ferð

5 tímar síðan
Tíðindi

Marco Rubio: - Ísland er sentralt fyri trygdina her norðuri

5 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 2,8 milli­ard­ir í av­lopi á gjalds­javnanum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun kennir seg næstan sum heima

6 tímar síðan
Fótbóltur

Hallur Hansson gevst í fótbólti

7 tímar síðan
Tíðindi

Leiðari settur fyri Ung­dóms­ráð­gev­ing­ina hjá Sinnisbata

7 tímar síðan