info
Ongi úrslit

Karius og Baktus vitja í hesum døgum kring landið

Dagfinn Olsen
25. mai 2023 kl. 22:52

Karius og Baktus eru og vitja í hesum døgum í Føroyum og 17, juni verða teir at síggja  í Norðurlandahúsinum.

Tað eru systrarnar Mariann Johansen og Birita Johansen, sum hava staðið fyri tí mesta sjálvar við góðari hjálp frá pápanum, Jens Eli Johansen,

Okkum dáma sera væl at spæla í SALT, og tað er eisini har vit halda til, men hava allatíðina havt ætlanir at ferðast við leikinum, og hendan rundferðin byrjar hetta vikuskiftið, har tað verður farið avstað við stórum tonnum og einari øgiliga stórari tannbust.  Fyrst fara vit í Løkshøll at spæla, har tað eru fýra útseldar sýningar, og miðjan juni í Norðurlandahúsið at spæla. Har er enn møguleiki at ogna sær atgongumerki inni á nlh.fo, verður sagt í tíðindaskrivi.

- Vit eru annars sera virknar í Suðuroyar Sjónleikarafelag, men hava leingi havt eitt ynski at sleppa at framføra Karius og Baktus hjá Thorbjørn Egner, og gleðast um at hetta hevur eydnast og at móttøkan verið so heilt ótrúliga góð.  Jákup Veyhe, hevur verið og hjálpt okkum at fáa alt tað seinasta uppá pláss og tað hevur verið sera gott, siga leikararnir.

Hetta er ein leikur, sum er serliga vælegnaður fyri tey minni børnini.

Leikurin tekur støði í kendu søguni hjá Thorbjørn Egner og sangum hjá Christian Hartman. Leikurin snýr seg um teir evarska lítlu Karius og Baktus, sum dáma so sera væl at arga, og elska alt sum søtt er, serliga franskbreyð við nuggelinu á.  

Janus stakkalin er ringur av tannapínu, og fer til tannlækna, og tað dáma Karius og Baktus onki.

- Okur gleða okkum at síggja eina rúgvu av børnum, sum koma at hyggja eftir leikinum, siga leikararnir.

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Eyðun Klakstein fer eftir øllum trimum stigunum

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Kasakstan hevur eina lítla favorittstøðu móti Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

29 ára gamal er skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj gongu­brúgv um Gøtu­gjógv boðin út

2 tímar síðan
Fótbóltur

AB er føroyameistari í U21-deildini hjá monnum

2 tímar síðan
Tíðindi

KJ handað nýggja tvíkilju

2 tímar síðan
Tíðindi

Norsk prinsessa og mað­ur henn­ara krevja yvir hálva milliard

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Frakland og Italia vunnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Navnakapping: Hvussu skal nýggja røktarheimið á Stórubrekku eita?

3 tímar síðan
Tíðindi

18 ára gamal deyður í bussvanlukku í Svøríki

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava tvey fólk á vakt í Vágum

4 tímar síðan
Tíðindi

Stjørnur til mótasýning í París

4 tímar síðan