info
Ongi úrslit

Rósa spyr um skerjingar á Sernámi

Rósa Samuelsen
19. september 2022 kl. 12:13

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.

Spyrjari: Rósa Samuelsen, tingkvinna

Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis-og mentamálum

Evni: Skerjingar á Sernámi

Spurningar:

1.    Hvørja heimild hevur Sernám til sjálvt at minka um virksemið innan dagstovnaøkið?

2.    Er landsstýrismaðurin kunnaður um og/ella hevur góðtikið ætlaðu tillagingarnar í virkseminum frá nú og til juni 2023?

3.    Veit landsstýrismaðurin at siga, hvør orsøkin er til, at starvsfólkatrotið er so stórt á Sernámi?

4.    Hvussu stóra játtan hevur Sernám fingið til at reka sítt virksemi, tíðarskeiðið 2019-2022 og hvussu stóra játtan er ætlanin at veita stovninum í 2023?

5.    Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðuriní sambandi við at tryggja neyðugu fortreytirnar hjá Sernámi at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað?

Viðmerkingar:

Barnarættindasáttmálin staðfestir m.a., at hóskandi lóggávulig og fyrisitingarlig tiltøk skulu setast í verk fyri at tryggja børnum ta vernd og umsorgan, sum er neyðug fyri barnsins trivna. Børnini skulu harumframt verjast í samsvari við tey aðalkrøv, sum myndugleikar hava ásett, við atliti at trygd, heilsu, starvsfólkatali og starvsfólkaførleika, umframt serkønari umsjón.

Á heimasíðuni hjá Sernámi stendur, at Sernám er tann stovnur, sum veitir ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til m.a. dagstovnar. Í skrivi til dagstovnar og dagrøktir varð kunnað um, at vegna avmarkaða starvsfólkaorku á økinum, verður virksemið hjá Sernámi tillagað frá nú og fram til juni 2023.

Avmarkingarnar hava við sær, at dagstovnar og dagrøktir ikki fara at fáa sernámsfrøðiliga ráðgeving í hesum tíðarskeiði, undantikið akutt. Tænasturnar hjá Sernámi verða verða nú avmarkaðar til talu- og málmenningarøkið og rørslu- og sansamenningarøkið.

Avmarkingarnar bera við sær vanlukkuligar lagnur fyri børnini, sum ikki verða loftað, meðan tíð er. Tað er alneyðugt at raðfesta rætt á økinum og tryggja neyðugu fortreytirnar hjá Sernámi at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

 

Á Løgtingi, 16. september 2022

Rósa Samuelsen

Sambandsflokkurin

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nvidia-stjór­in hevði ástar­sam­band við mis­tonkt­aan njósnara

7 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Ungarn stórsigur á Kosovo í okkara bólki

46 minuttir síðan
Tíðindi

Málaðu hvala­veiði­mót­mæli á Paul Watson-skipið

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri deyð og 120 særd í tokvanlukku í Egyptalandi

1 tími síðan
Hondbóltur

Skanderborg hevur enn ikki fingið stig á heimavølli

1 tími síðan
Tíðindi

Ísland er opið fyri fleiri NATO-herfólkum

1 tími síðan
Lesarabrøv

ADHD og autismuútgreiningar: Hvussu leingi skulu fólk bíða?

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis knógvaðu Føroyar eitt stig móti Montenegro

3 tímar síðan
Tíðindi

IAEA: Zaporizjzja hevur fingið streymin aftur

3 tímar síðan
Fótbóltur

Áki og Martin fingu spælitíð undan landsliðssteðginum

3 tímar síðan
Tíðindi

Andersson vil skipa stjórn uttan Vänsterpartiet

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroyar fingu stig í spennandi dysti í Montenegro

4 tímar síðan