info
Ongi úrslit

Seyðurin tikin av og náttúran blómar

2020 gjørdu eigararnir av hagapartinum Stóriryggur við Kristin Vilhelmsen á odda avgjørdu at taka seyðin av. Stóriryggur er nú eitt náttúrufriðøki, har gróður og fuglalív sleppa at koma fyri seg uttan ávirkan frá menniskjaligum virksemi

Nanný Toftegaard
6. desember 2023 kl. 14:37

Kristin Vilhelmsen hevur leingi haft ein dreym um at síggja sín hagapart seyðafríðan. Áhugin fyri náttúruni hevur altíð ligið honum nær, og hann vil fegin síggja aftur ríka fuglalívið á Kalsoynnni, ið hann minnist sum unglingi. Uttan seyðin fer gróðurin at blíva heilt øðrvísi og síðari. Hetta metir Kristin fer at ríka um fuglalívið.

Hagaparturin Stóriryggur er ognarjørð sunnarlaga á Kalsoynni, og er í løtuni størsta náttúrufriðøki í Føroyum. Umleið 500.000 m2 av haga koma nú fríu náttúruni í Føroyum til gagns. Aage V. Jensens fonde hevur stuðlað verkætlanini í Stóraryggi.

Myndin er ikki tøk

Samstarv við granskingarstovnar

Í august mánaði vóru granskarar frá norska granskingarstovninum NIBIO í Føroyum í samband við, at plantufrøðiligar kanningar skuldu gerast á Stóraryggi. Lendisbati, ið er ein verkætlan hjá Tjóðsavninum, fremur kanningar saman við NIBIO, ið hevur servitan á økinum, fyri soleiðis at økja um vitanina um lendið og plantuvøksturin á Stóriryggi í Kalsoy. Framyvir verða vakstrar- og plantufrøðiligu kanningarnar endurtiknar við jøvnum millumbilum, soleiðis at til ber at fylgja við, hvussu hagin við tíðini mennist, eftir at seyðurin var tikin av. Samstarvið við NIBIO er partur av eini verkætlan hjá Lendisbata og stuðlað av norðurlendska ráðharraráðnum.

Myndin er ikki tøk

Lendisbati samstarvar við jarðareigarar og festarar

Endamálið hjá Lendisbata er at fremja náttúruendurbøtandi átøk. Høvuðsátøkini eru m.a. at fyribyrgja og bøta um jarðriv, vaksa um lívmargfeldið og endurbøta mó- og vátlendir til frama fyri djóralív og kolevnisupptøku. Hetta krevur nógvar hendur. Lendisbati samstarvar tí við jarðareigarar og festarar kring alt landið, sum hjálpa við at bøta um lívmargfeldið og at endurbøta náttúruna til frama fyri náttúru og landbúnað og til gleði fyri okkum menniskju. Verkætlanirnar fevna m.a. um náttúrufriðøkið Stóraryggur, endurbøting av skriðu omanfyri Syðradalsbygd á Kalsoynni og skipan av náttúrufriðøki í Sundshaga á Streymoynni.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vance fer ikki at hyggja um av­rætt­ing verð­ur send bein­leiðis

10 minuttir síðan
Hondbóltur

Gylta bjargaði 45 prosent av málroyndunum tá Skuru tryggjaði sær fyrsta sigurin

30 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: Pætur tryggjaði StÍF javnleik í seinasta sekundinum

1 tími síðan
Tíðindi

Pápi krevur svar eftir deyðiligan harðskap – Mette Frederiksen játtar fund

2 tímar síðan
Fótbóltur

Kára og Sara skutu fyrstu málini fyri A-landsliðið

2 tímar síðan
Tíðindi

USA setir revsitiltøk í verk móti Altjóða revsidómstólinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

4 tímar síðan
Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Rotin politikkur – ella eru vit veljarar sjálvir ein partur av trupulleikanum?

4 tímar síðan
Tíðindi

Ritsalong í Gallarí Havnará - »Heystið og æviga ringrásin«

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil banna børnum at keypa orkudrykkir

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

4 tímar síðan