info
Ongi úrslit

Tatovørar liva av umdømi

Sakaris Zachariassen byrjaði fyri fýra árum síðani at tatovera. Nú er tað hansara yrki

Eyðun Klakstein
13. mai 2023 kl. 14:47

Tær eru vorðnar alt vanligari. Síggjast oftari og betur í almenna rúminum. Tatoveringar eru kropsprýði, sum plagdi at vera umstrítt, men sum nú er blivið púra vanligt. At samanlíkna við móta og list. Sum ein luksusvøra.

Sakaris Zachariassen er ein av teimum, sum arbeiðir fulla tíð við at tatovera fólk. Hann brúkar navnið SakarisZ í sambandi við tatoveringar. Hann hevur sína egnu tatoveringsstovu í Havn, og hann hevur úr at gera.

– Tatovørar liva fyrst og fremst av umdømi. At tú gert eitt gott arbeiði, at fólk eru nøgd og kunnu viðmæla teg. Tá ið tað frættist millum fólk, kanst tú uppbyggja tær ein kundaskara. Í hvørjari einastu tatovering hjá hvørjum einasta fólki hongur eisini ein tatovørur uppi í. Og fólk tosa nógv um, hvør hevur gjørt hvat, og tí skalt tú gera títt besta við hvørjari einastu tatovering, sigur SakarisZ við Sosialin um vikuskiftið.

Sakaris Zachariassen arbeiddi hjá FTZ, har hann eisini var í handilslæru. Hann fekst við bilar og billutir í fimm ár, áðrenn hann skifti til at hava tatovering sum arbeiði.

– Tað byrjaði sum eitt ítriv, ið eg hevði aftrat arbeiðnum, men sum fráleið vaks eftirspurningurin og virksemi, og so valdi eg at fara at tatovera burturav, sigur Sakaris.

Vanliga tatoverar hann ein persón um dagin.

– Mær dámar sera væl at sita og tatovera, og eg kann blíva púra burtur í arbeiðnum. Hóast eg siti seks-sjey tímar um dagin, flýgur tíðin avstað, og tað kennist ongantíð keðiligt ella strævið. Men tað kann vera hart fyri kroppin, serliga ryggin, og tað stríðist eg eitt sindur við. Eg má venja og onkuntíð fáa viðgerð. Men eg eri ikki í ivi um, at eg havi funnið tað, sum eg tími og trívist best við, sigur hann.

Longri samrøða við Sakaris Zachariassen kann lesast í Sosialinum í dag. Hetta vikuskiftið er FO Tatt Fest í Dansifrøi í Havn.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

4 tímar síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum

5 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

5 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias er nummar 200 í røðini

6 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir-Føroyar-Kasakstan

6 tímar síðan