info
Ongi úrslit

Tingfólk fáa milliónir í pensjón meðan onnur arbeiða

Eitt fyrrverandi landsstýrisfólk kann fara frá við eftirløn sum 60 ára gamalt og fáa 47.000 kr um mánaðin í pensjón restina av lívinum.

Eirikur Lindenskov
13. mars 2025 kl. 23:59

Men tað sleppa Palliba og Marsanna ikki. Tí landsstýrið ætlar, at tey skulu nú arbeiða til tey eru 70 ár, og at allar pensjónir skulu útsetast til tá.

Nú tingfólk ætla at hækka pen­sjóns­aldurin upp í 70 ár hava tey gloymt ein ávísan bólk av før­oy­ing­um, sum fram­vegis fara at hava 60 ára pen­sjóns­ald­ur:
– Tað eru tingfólkini sjálvi. Tey tingfólk, sum sita á tingi í dag.
Tey sleppa soleiðis und­an sjálvi at vera við at vera við til at »tryggja fram­tíð­ar­hald­føri í føroyska bú­skap­i­num«.
Tað er helst lættari at leggja byrð­­ar á fólk, tá tú sjálv­ur slepp­­ur undan at bera byrð­arnar. 
Um tað er so­leið­is, Sir­­ið Stenberg hevur hugs­­að, tá hon hev­ur orð­að upp­­skot­­ið um at hækka pen­­sjóns­­ald­­u­r­in hjá før­oy­ing­um, vita vit sjálv­andi ikki. Men hon hev­ur so ikki tik­ið ting­­fólk­­ini, sum skulu taka av­gerð­ina um at hækka pen­­sjóns­­ald­­ur­in upp í 70 ár, við. 
Tí pen­sjóns­ald­urin hjá teim­um hækkar ikki.
Til 1. viðgerð av uppskotinum hjá Sir­ið Sten­­berg í Løg­­ting­i­num í dag hava ting­fólk høvi at siga sína hugs­­an um málið, áðrenn tað fer í nevnd til víðari við­­gerð.
Fleiri tingfólk hava fram­vegis rætt til at fara frá við góðari eftirløn, tá tey eru 60 ella tá tey eru 67. Tað veldst um, hvussu leingi tey hava sitið á tingi og ella í lands­stýri til­sam­ans.
Tað er ein serlig lóg gald­andi fyri tingfólk og lands­stýr­is­fólk, sum ásetir bæði løn og eftirløn.

Myndin er ikki tøk

Eftir nógvar ákoyringar, so vórðu báðar lógirnar broytt­­ar – ella rættari nor­m­al­­­i­ser­­aðar, tí tær vóru púra vit­­leys­­ar og hava giv­ið lands­kassanum eina eft­­ir­­løn­arskyldu upp á eina hálva milliard krón­ur til fram­tíð­ar pen­sjón­ir til løg­tings­fólk og lands­stýr­is­fólk – ein rokning til skatt­gjald­ar­an at gjalda. 
Meira er um málið í Sosialinum í dag. Blaðið fæst í leysasølu kring landið – og haldara kunnu lesa blaðið á sos.fo

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Pensjónistur, sum ar­beið­ir, hev­ur meira eftir enn van­ligi løn­takarin

14 minuttir síðan
Tíðindi

Arabisku flokkarnir kunnu fella Netanyahu

43 minuttir síðan
Tíðindi

Putin-ráðgevi: Mette Frede­rik­sen hev­ur uppi­bor­ið at missa Grønland

59 minuttir síðan
Tíðindi

Skulu klippa 629 nummarplátur

1 tími síðan
Hondbóltur

EM-mótstøðuliðini hjá Føroyum spældu venjingardystir í farnu viku

2 tímar síðan
Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

9 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

10 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

10 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

11 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

11 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

12 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

12 tímar síðan