info
Ongi úrslit

Tveir fiskar á fyrstu 1000 húkunum

Tað byrjaði ikki væl, tá manningin á Ågot dró fyrstu húkarnar á Flemish Kap fyri lítlum ári síðan, men skjótt bragdaði, og teir fingu nógvan fisk.

info
Vilmund Jacobsen
28. desember 2017 kl. 13:59
Línuskipið Ågot í Klaksvík hevur loyst og hevur sett kós yvir á Flemish Kap, har teir fara at fiska av felagskvotu, sum føroysk línuskip hava har yviri. Hóast teir loystu í endanum av jólunum, hava teir jólapakkar við, sum Føroyska Sjómansmissiónin hevur borið teimum umborð. Sum skilst, fær manningin pakkarnar nýggjársaftan. Tað er langur vegur úr Føroyum og yvir á Flemish Kap og alt eftir veðri, kann roknast við, at ferðin yvir um hav fer at taka eina góða viku ella so.   Ågot hevur annars ligið, síðan teir síðst í november komu heim aftur úr Grønlandi, har teir hava tikið ímóti fiski frá grønlendskum útróðrarmonnum. Skipið hevur eisini verið á sleipistøð, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði er gjørt. Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum situr aftastur miðskeiðis á viðheftu mynd, vitjaði umborð og gav manningini jólapakkar, sum sjómanskvinnuringar hava syrgt fyri. Skiparin á Ågot, Hjaltur Poulsen, segði seg vóna, at teir fyrst kunnu fiska ein túr, landa í St John í Ný Foundlandi - og siðan kunnu fiska nøkur tons aftrat, áðrenn felagskvotan verður uppi. - Hvussu fiskiskapurin verður á Flemish Kap í ár, er ógjørligt at siga nakað um. Í ár var gott, tó at hin fyrsti stokkurin hjá okkum - umleið 1000 húkar - einans gav tveir fiskar. Hjaltur Poulsen sigur, at eftir fyrstu vánaligu løtuna á Flemish Kap í januar í ár, bragdaði veruliga, og tá saman um kom, fiskaðu teir 300 tons í fimm vikur. 16 mans eru við Ågot, sum nú er ávegis yvir um hav og onnur skip, sum um dagarnar - antin eru farin ella fara somu leið - eru línuskipini, Kambur, Klakkur, Eivind og Stapin.

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

29 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

1 tími síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

1 tími síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

4 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

5 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

5 tímar síðan