info
Ongi úrslit

Nations League: Portugal tryggjaði sær fyrsta plássið

Noreg verður norðurlendska umboðið í fjórðingsfinalunum

Mynd: Ritzau Scanpix
Heri Á. Simonsen
18. november 2026 kl. 00:15

Hesi liðini manna fjórðingsfinalurnar í Nations League: Frakland, Belgia, Týskland, Niðurlond, Ongland, Spania, Portugal og Noreg.

Portugal tryggjaði sær mánakvøldið bólkasigurin í bólki 4 í deild A. Tað gjørdu teir við 3-2 útisigri á Wales, ið annars var á odda 2-1. Í sama bólki tryggjaði Noreg sær annað plássið, og harvið eisini rættin at spæla fjórðingsfinalu, tá teir vendu hóttandi 0-2 tapi í Parkini til 3-2 sigur, ið Erling B. Haaland tryggjaði teimum heilt móti dystarenda.

Í bólki 3 í deild B tók Írland annað plássið frá Kosovo, tá teir við 3-0 heimasigri á júst Kosovo tryggjaði sær røkk støkk dystir til deild A.

HER eru úrslitini og málskjúttarnir, umframt støðurnar:

Deild A bólkur 4:

Danmark-Noreg
1-0 Rasmus Højlund ('11 )
2-0 Pierre-Emile Højbjerg ('14 )
2-1 Erling B. Haaland ('37 )
2-2 Martin Ødegaard ('83 )
2-3 Erling B. Haaland, br. ('90+)

Wales-Portugal 2-3 (2-1)
0-1 Bruno Fernandes ('11 )
1-1 David Brooks ('13 )
2-1 Sorba Thomas ('40 )
2-2 Pedro Neto ('43 )
2-3 Carlos Forbs ('70 )

Portugal vinnur bólkin við 15 stigum. Noreg og Danmark hava níggju stig hvør, men av tí, at Noreg vann báðar dystirnar á Danmark eru teir betri innanhýsis. Wales endaði aftast í bólkinum við trimum stigum.

--

Deild B bólkur 2:

Ungarn-Norðurírland 1-1 (1-0)
1-0 Barnabas Varga ('35 )
1-1 Justin Devenny ('65 )

Ukraina-Georgia 1-0 (1-0)
1-0 Danylo Sikan ('1 )

Norðurírland vinnur bólkin við 12 stigum, og teir flyta upp í deild A. Ungarn endar á øðrum plássinum við 11 stigum, og teir skulu spæla røkk støkk dystir um uppflyting. Ukraina hevur sjey stig, og Georgia er aftast í bólkinum við tveimum stigum.

Deild B bólkur 3:

Ísrael-Eysturríki 1-1 (1-0)
1-0 Dor Peretz ('36 )
1-1 Sasa Kalajdzic ('62 )

Írland-Kosovo 3-0 (1-0)
1-0 Troy Parrott, br. ('28 )
2-0 Troy Parrott, br. ('50 )
3-0 Jack Moylan ('75 )

Eysturríki vinnur bólkin við 12 stigum, og teir flyta upp í deild A. Írland endar á øðrum plássinum við átta stigum, og teir skulu spæla røkk støkk dystir um uppflyting. Kosovo hevur seks stig, og Ísrael er aftast í bólkinum við fýra stigum.

Deild B bólkur 4:

Pólland-Svøríki 1-1 (1-1)
1-0 Adrian Benedyczak ('16 )
1-1 Hugo Larsson ('24 )

Bosnia Hersegovina-Rumenia 2-1 (1-1)
0-1 Daniel Birligea ('6 )
1-1 Benjamin Tahirovic ('44 )
2-1 Esmir Bajraktarevic ('82 )

Svøríki vinnur bólkin við 14 stigum, og teir flyta upp í deild A. Bosnia Hersogovina endar á øðrum plássinum, við 11 stigum, og teir skulu spæla røkk støkk dystir um uppflyting. Pólland hevur fimm stig, og Rumenia endar aftast í bólkinum við trimum stigum.

Í røkk støkk dystunum síðst í mars um rættin at spæla í deild B í komandi Nations League kapping skulu Føroyar spæla móti antin Rumenia, Ísrael, Georgia ella Norðurmakedonia.


Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: Síggj Bjarna skjóta góð mál í EHF European League

3 minuttir síðan
Tíðindi

Jenis: 42 høvdu hjá­árin eft­ir koronu­kopp­seting

7 tímar síðan
Tíðindi

21 atkvøddu ímóti at yvirtaka løgregluna

8 tímar síðan
Ítróttur

FM í skúlatalvi: Skúl­in á Fløt­um vann fyrsta dag­in í FM í skúlatalvi

8 tímar síðan
Fótbóltur

Haaland av­gjørdi í yvir­tíð­ini – Dan­mark skal spæla um at varð­veita plássið

8 tímar síðan
Hondbóltur

EHF European League: Mors-Thy var fyri stórtapi í Slovenia

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Leggja fyri móti Ísrael á útivølli

9 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Valur og TTH Holstebro taptu

9 tímar síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti eisini triðja dystin

10 tímar síðan
Tíðindi

Psykiatriski depilin flytir í H-bygninginum

12 tímar síðan
Tíðindi

Íslendingar krevja ís­lenskt mál í iPhone og Mac

12 tímar síðan
Tíðindi

Bara fýra atkvøður fyri at avmarka stutttíðarleigu

14 tímar síðan