KÍ boðar í dag frá, at sáttmáli er gjørdur við 29 ára gamla Ahmed Mujdragic, sum er ein verjuleikari kemur úr Serbia. Hann hevur áður spælt við feløgum í bestu deildunum í Serbia, Albania, Montenegro og Rumenia.
Ahmed Mujdragic er 187cm høgur og er ein møguligur avloysari hjá Ndende Adama Gueye, sum hevur valt at skifta til TB. Ahmed spældi seinast við rumenska felagnum Gaz Metan Medias, sum flutti niður í næstbestu deildina.
KÍ skrivar á heimasíðuni, at Ahmed Mujdragic kemur til Føroya fyrst í januar, og at hann hevur konu og barn við sær.