Tað er javnleikur 0-0 í steðginum í dystinum øðrum umfarinum í Champions League undankappingini millum KÍ og svensku meistararnar, BK Häcken við Djúpumýru í Klaksvík.
KÍ hevur vart væl og hevur hildið svenska liðnum frá tí mesta. Häcken hevði tvær ferðir bóltin í netinum, men talan var um greiðar offside-støður í báðum førunum.
Jonathan Johansson í KÍ-málinum var árvakin, tá Ibrahim Sadiq hjá Häcken slapp ígjøgnum og bjargaði væl.
Í hinum endanum hevur Luc Kassi havt eina sera góða roynd móti málinum hjá svensku meistarunum.