Føroysku U-19 og U-17 kvinnulandsliðini máttu leggja rygg til fýra stórtap her í vikuskiftinum, tá tær spældu landsdyst ímóti íslendsku U-19 og U-17 landsliðunum í Klaksvík og í Fuglafirði.
U-19 landsliðið tapti 0-6 og 0-7, meðan U-17 landsliðið tapti 0-8 og 0-7.
Spurdur um hvat hann kann brúka hesi bæði stórtapini til, svarar venjarin hjá U-17 landsliðnum, Álvur Hansen: - Vónandi hava vit lært nakað av báðum dystunum. Vit spældu ímóti einum liði, sum er nógv sterkari enn okkara lið, bæði tá tað kemur til tað fótbóltsliga, kropsligt, venjingarstøðu, tekniskt og taktiskt. Tað er kortini týdningarmikið, at okkara leikarar spæla ímóti liðum, sum eru betri. Vit hava eisini leikarar sum eru góðir tekniskt, men sum ikki eru vanir við at spæla so harðar dystir innan so stutta tíð. So vit kunnu læra nógv av slíkum dystum, slær Álvur Hansen fast.
Spurdur um nakrir glottar vóru at hóma í báðum dystunum, svarar Álvur Hansen: - Taka vit álopspartin, so komu vit í álopsstøður, og vit komu eisini til nakrar málmøguleikar. Vit fingu eisini fleiri innlegg, og eisini støður sum kundi blivið vandamiklar, men vit eru ikki nóg neyv í verjupartinum, og tí fóru lutfalsliga ov nógv mál inn. Eg haldi, at sjálvt um vit taptu 0-7 í dag, so var dysturin ikki so øðiliga einvegis, greiðir Álvur Hansen frá.
Álvur Hansen staðfestir, at íslendskur kvinnufótbóltur er á høgum støði. Bæði U-19 landsliðið og A-landsliðið hava verið við til endaspøl, og tí var talan um klassamótstøðu.