Tað er vanligt, at 2. jólakvøld er dansikvøld, og bólkurin 005 borgar fyri góðum dansi í VB Húsinum í kvøld Bólkurin 005 spælir gott gamalt og tað nýggjasta av rock- og popplistunum.
Bólkurin er samansettur av tónleikarum, ið hava mong ár á baki, tá tað snýr seg um at framføra livandi tónleik á palli.
Hjalmar Magnussen syngur og leikar guitar, Neil Joensen, guitar og kór, Dagfinn Olsen, bass og kór, Knút H. Nielsen, ljómborð og Rúni Johannesen spælir trummur.