Seinnapartin klokkan 15 sigur FM1 beinleiðis frá Betrideildarfótbólti.
Frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá uppgerðini millum báðar uppflytararnar, 07 Vestur og B68 sum spæla á Dungasandi vesturi í Sørvági.
07 Vestur tapti 0-2 móti B36 og B68 tapti 0-4 móti KÍ, bæði á heimavølli í fyrsta umfarinum.
Tí er eingin ivi um, at bæði liðini fara eftir sigrinum í dag.
Samrøður við umboð fyri 07 Vestur og B68 koma út á in.fo aftaná dystin.
In.fo fer í samstarvi við dystir.fo at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
(Fótbóltspanelið á FM1 frá fríggjadegnum verður endursent millum klokkan 14 og 14.50)