07 Vestur bjóðar meistarunum av

Kvinnur: KÍ hevur framvegis fulla úrtøku, og nú er vágaliðið ein av fremstu avbjóðarunum

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Tað er einki nýtt í kvinnufótbóltinum skilt á tann hátt, at trífalda meistaraliðið í Klaksvík framvegis er topplið og við fullum stigatali. KÍ vann í dag 3-1 ímóti EBS/Skála, sum undan ferðini norður til Klaksvíkar hevði fulla úrtøku.

 

KÍ kvinnurnar vóru noyddar at arbeiða fyri sigrinum, og tað gjørdu tær stútt og støðugt. Bæði liðini ofraðu seg í nærdystunum, men heimaliðið var tryggari á bóltinum og liðavrikið var eyðkent av góðum spælskili. Av gomlu garduni vóru tvíburarnir millum tær fyrstu ellivu. Ragna stýrdi saman við Brigit Ryan verjuni, har blaðungu Lóa Samuelsen og Jórun Patwary vóru á bakkunum. Á miðvøllinum gekk liðformaðurin Sanna Svarvadal undan, og saman við henni vóru systrarnar Tóra og Jancy Mohr, og í álopinum vóru Maria Biskopstø, Hervør Olsen og Rannvá B. Andreasen støðug hóttan.

 

Hjá EBS/Skála snúði tað seg nógv um at royna við sendingum fram til altíð vandamiklu Leu Lisberg, og onkra ferðina var tað vandamikið, men aðrar ferðir, tá ið sendingarnar ikki vóru neyvar, var KÍ málverjin, Óluva Allansdóttir Joensen, skjót út úr brotsteiginum.

 

Í hinum málinum bjargaði Anna Sunadóttir Hansen fleiri ferðir væl, men hon var prísgivin eftir eitt korter, tá ið Maria Biskopstø royndi seg úr spískum í høgru, og tá ið ein av verjuspælarunum var óheppin við handara stólpa og kroyst av álopsspælara beindi bóltin í sítt egna mál.

 

Stutt undan steðginum var Hervør Olsen fyrst á returbólti eftir innlegg úr vinstru frá Rannvá B. Andreasen, og eftir at Anna S. Hansen hevði bjargað, tá ið Maria Biskopstø royndi ímóti málinum.

 

Eitt stórt korter undan leikloki kom spenningur í, tá ið Lea Lisberg eftir horna úr høgru frá Sunnvá Fagradal við høvdinum sendi bóltin í KÍ málið. EBS/Skála royndi at leggja meiri fyri í roynd at javna, men tað var Maria Biskopstø, sum tríggjar minuttir undan leikloki og eftir sending frá Hervør Olsen skoraði, og so vann KÍ 3-1.

 

07 Vestur vann 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Málið skoraði Eyðrið Rúnadóttir beinanvegin eftir steðgin. 13 minuttir undan leikloki sá landsliðsmiðvallarin Jensa Tórolvsdóttir gula kortið fyri aðru ferð, og so megnaði Víkingur ikki at svara aftur. 07 Vestur er nú næstfremst. Um tvær vikur fara tær í Vágum norður til Klaksvíkar at bjóða toppliðnum av.

 

Tapið í Vágum var tað triðja á rað hjá Víkingi, sum bara hevur vunnið ímóti TB/FCS/Royn.

 

Hjá NSÍ líkist gongdin og støðan heilt nógv tí hjá Víkingi. Í dag var NSÍ í Gundadali, har B36 vann 2-0. Olga Kristina Hansen legði beinanvegin heimaliðið á odda, og í evstu løtu staðfesti Livyan Silva 2-0 heimasigurin. NSÍ hevur bara vunnið ímóti TB/FCS/Royn og so tapt tríggjar ferðir.

 

Í dag legði TB/FCS/Royn rygg til 11-0 tap ímóti HB í Gundadali. Gestirnir hildu tørn í eitt korter, og hálvleiksstøðan var 3-0.

 

 

 

KÍ – EBS/Skála 3-1 (2-0)

 

1-0: sjálvmál 15.

 

2-0: Hervør Olsen 41.

 

2-1: Lea Lisberg 73.

 

3-1: Maria Biskopstø 87.

 

 

 

07 Vestur – Víkingur 1-0 (0-0)

 

1-0: Eyðrið Rúnadóttir 48.

 

 

 

HB – TB/FCS/Royn 11-0 (3-0)

 

HB: Sarita Mittfoss (4), Lea Johannesen (3), Rebekka Olsen (2), Ása Carlsen, Rebekka Benbakoura

 

 

 

B36 – NSÍ 2-0 (1-0)

 

1-0: Olga Kristina Hansen 8.

 

2-0: Livyan Silva 94.

 

 

 

 

 

44009312
07 Vestur43011039
EBS/Skála4301859
HB42021446
B364202576
Víkingur41031873
NSÍ41031273
TB/FCS/Royn40041410

 

 

 

5. umfar

 

Leygardagin 23. apríl

 

07 Vestur – HB

 

Sunnudagin 24. apríl

 

NSÍ – KÍ

 

EBS/Skála – Víkingur

 

TB/FCS/Royn – B36

 

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo