Landskappingin í 2019 er av. Stóri spenningurin undan síðsta umfari var, hvussu tað fór at verða við niðurflytingini. Tað tørnaði út sum so stórt drama, sum tað næstan ikki ber til at ímynda sær.
Í gjárkvøldið fekk B68 møguleika at spæla seg til uppflyting. Tað eydnaðist ikki, tí fyrr í dag endaði tað málleyst ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.
Síðani klokkan 15.30 var AB í næstbestu deildini fram til tað bara restaði ein lítil løta í Hólmanum á Eiði. So økti AB til 2-0, og lítla løtu seinni skoraðu Suðringar sigursmálið við Stórá ímóti 07 Vestur.
Harvið er tað greitt, at 07 Vestur endar aftast, og at 07 Vestur flytur niður úr bestu og í næstbestu deildina.
HB setti uppaftur glæsiligari met, enn liðið megnaði síðsta sunnudag, tá ið tað rakk 70 stigum.
Í Gundadali var Víkingur frá fyrsta minutti frammanfyri 1-0, men fram ímóti dystarenda svaraði HB – sær sjálvum líkt – so dyggiliga aftur. HB bæði javnaði og skoraði sigursmálið, og nú endaði HB við at seta nýtt met. 73 stig er so framúr, at tað er ilt at ímynda sær, at hetta metið fer at verða tikið.
KÍ var stóri taparin í kappingini um heiðursmerkini.
NSÍ vann 2-1 í silvurdystinum ímóti KÍ, og B36 tryggaði sær bronsukrónurnar við 5-1 sigri á Skála.
KÍ, sum stutt undan steðginum varð undirmannað, tí Deni Pavlovic sá reytt, endaði á fjórða plássi.
Fagnaðurin í Gundadali er øgiligur, nú HB fær handað gullkrónur og FM steyp.
Og fagnaðurin er so stórur í AB leguni í Hólmanum á Eiði, sum um at AB hevði vunnið FM. Tað hevur AB ikki, men fagnaðurin er stórur um, at tað eydnaðist AB, sum hevur verið aftast í nógv umfør, at lyfta seg burtur úr niðurflytingini.
http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1
EB/Streymur - AB 0-2 (0-1)
0-1: Jobin Drangastein
0-2: Tóki á Lofti
NSÍ - KÍ 2-1 (0-1)
0-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen
1-1: Árni Frederiksberg br
2-1: Klæmint A. Olsen
Skála - B36 1-5 (1-3)
1-0: Heðin Klakstein
1-1: Meinhard E. Olsen
1-2: Hugin Samuelsen
1-3: Karim Saag
1-4: Meinhard E. Olsen
1-5: Ragnar Samuelsen
HB - Víkingur 2-1 (0-1)
0-1: Gunnar Vatnhamar
1-1: Adrian Justinussen br
2-1: Niklas Kruse
Suðringar - 07 Vestur 1-0 (0-0)
1-0: Stefan Radosavljevic
HB | 27 | 24 | 1 | 2 | 58 | 18 | 73 |
NSÍ | 27 | 17 | 4 | 6 | 63 | 24 | 55 |
B36 | 27 | 16 | 5 | 6 | 57 | 33 | 53 |
KÍ | 27 | 16 | 3 | 8 | 48 | 25 | 51 |
Víkingur | 27 | 11 | 6 | 10 | 39 | 37 | 39 |
Skála | 27 | 8 | 5 | 14 | 31 | 41 | 29 |
Suðringar | 27 | 8 | 4 | 15 | 27 | 42 | 28 |
EB/Streymur | 27 | 4 | 9 | 14 | 30 | 53 | 21 |
AB | 27 | 5 | 3 | 19 | 16 | 55 | 18 |
07 Vestur | 27 | 5 | 2 | 20 | 30 | 71 | 17 |