Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið 07 Vestur í kvøld hevði vitjan av Skála.
Í fjórðingsfinaluni fer 07 Vestur á heimavølli at spæla ímóti NSÍ. Tað verður mikudagin 29. apríl.
Undan hesum kappingarárinum komu tveir ungir danskarar til 07 Vestur. Annar er málverjin Sebastian Dalby Wille, og hin er verjuspælarin Oliver Klemensen Bødker. Teir áttu báðir leiklut í sigrinum í kvøld. Sebastian Dalby Wille helt skálamonnum frá at skora, og Oliver Klemensen Bødker skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki og eftir hornaspark sigursmálið.
Sunnudagin endaði tað málleyst, tá ið Skála spældi landskappingardyst á útivølli ímóti B36. Hinir fýra landskappingardystirnar hevur Skála tapt við einum máli, og aftur í kvøld tapti Skála við einum máli.
Í seinna hálvleiki spældi Skála seg til fleiri málmøguleikar, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, sendi verjuspælarin Markus Hellisdal úr góðari støðu mitt fyri málinum bóltin skeivu megin stólpan eftir gott innlegg úr høgru.










