Á heimasíðu sínari skrivar 07 Vestur, at eftir tvey ár á U17 og U19 Masterclass hjá Brøndby flytir U19-landsliðsleikarin, Janus G. Samuelsen, heim aftur til 07 Vestur og verður tøkur fyri besta liðið hjá vágamonnum eftir summarsteðgin.
U19-landsliðsleikarin er júst fluttur heim og skal byrja í miðnámskúla eftir summarferiuna, eftir at hann hevur verið á Brøndby Masterclass síðan 2014, har hann hevur spælt á bestu U17 og U19 liðunum hjá Brøndby, og eisini vunnið DM, skrivar 07 Vestur á heimasíðuni.