Í 1. deild varð fyrr í kvøld grannauppgerð vesturi í Miðvági.
Talan varð um fyrstu grannauppgerðini í 1. deild millum tvey lið, sum hava heimstað vesturi í vágum, í mong ár.
Allur spenningur, sum var áðrenn dystin var tó tíðliga kvaldur. Longu eftir 20 minuttirs spæl var 07 Vestur á odda 2-0, og í steðginum var 4-0 til 07 Vestur. Í seinna hálvleiki fekk 07 Vestur enn eitt mál, og talan gjørdist sostatt um ein 5-0 stórsigur til 07 Vestur.
Sigurin merkir, at 07 Vestur er nú á øðrum plássi í 1. deild við fimtan stigum. Skála er á odda við 16 stigum, meðan B68 er nummar trý við 13 stigum. Miðvingar hava enn sítt fyrsta stig til góðar, og teir hava sjey stig upp til bjargingina. Málmunurin eftir sjey teir fyrstu dystirnar er minus 22.
MB-07 Vestur 0-5 (0-4)
0-1 Jákup F. Hansen (16.)
0-2 Holgar Durhuus (19.)
0-3 Holgar Durhuus (42.)
0-4 Gunleif Olsen (44.)
0-5 Jóannis á Steig (90+)