Tað hevur verið mest sum greitt í fleiri vikur, og nú er tað staðfest. 07 Vestur flytur ikki upp í bestu deildina, og harvið er tað eisini greitt, at ÍF eisini næsta ár verður í bestu deildini, hóast ÍF er og verður aftast í bestu deildini.
Tíðliga seinnapartin noyddist 07 Vestur úr Gundadali við ongum.
Hóast 07 Vestur legði seg framum bæði 1-0 og 2-0, so vann B36 4-2.
Emil Mikkelsen og Sølvi Egilsson løgdu 07 Vestur á sigurskós eftir lítlari løtu, tá ið eitt korter var farið.
Men Jóhann Hansson Joensen minkaði um munin, tá ið ein hálvur tími var farin, og tí høvdu teir í B36 mót um, at tað skuldi eydnast at vinna og harvið at varðveita møguleikan at sleppa undan niðurflyting.
Gilli Samuelsen javnaði átta minuttir eftir steðgin, og Jóhann Hansson Joensen legði B36 framum 3-2, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.
Fimm minuttir eftir steðgin varð Jákup á Borg skiftur inn, og í síðsta minutti staðfesti hann 4-2 sigurin, sum ber við sær, at B36 hevur 27 stig og framvegis hevur møguleika at sleppa undan niðurflyting.
07 Vestur hevur 44 stig og er og verður nummar fýra, uttan mun til hvat úrslitið verður í 27. og síðsta umfari, tá ið 07 Vestur fríggjakvøldið skal spæla á heimavølli ímóti HB.