07 Vestur hevur kós móti Vodafonedeildini

Úrslitið varð 3-1.

Heimaliðið var skelkað fyrstu løtuna, tí Poul G. Olsen legði gestirnar á odda.

Men við málum frá Johan Ejvind Mouritsen, Milan Pejcic og Tór-Ingari Akselsen vann 07 Vestur uppiborið.

 

Vágamenn eru fremstir við 42 stigum. KÍ er á øðrum plássi við 40 stigum. TB hevur eisini 40 stig, men tvørámenn hava spælt ein dyst fleiri enn ovastu liðini.

 

Komandi umfar í 1. deild verður leygardagin. Tá eru dystirnir hesir:

 

TB ? AB II

Víkingur II ? B68 II

FC Hoyvík ? KÍ

HB II ? EB/Streymur II

07 Vestur ? NSÍ II