07 Vestur hevur keypt nigerianskan spælara

24 ára gamli Maxwell Effiom hevur í dag skrivað undir sáttmála við 07 Vestur

Nýggi norski venjarin hjá 07 Vestur segði fyri stuttum við norskar miðlar, at tað fór at vera neyðugt at keypa fleiri nýggjar spælarar. Hann nevndi, at talan kundi verða upp í níggju spælarar.

 

Í síðstu viku var tað danskur spælari, sum skrivaði undir við 07 Vestur, og nú boðar felagið frá, at sáttmáli er undirskrivaður við nigerianskan spælara.

 

07 Vestur skrivar soleiðis:

 

Maxwell hevur spælt við Sandnes Ulf og Skeid í Norra, so hann er ikki ókendur hjá venjaranum. Áðrenn Maxwell kom til Norra, spældi hann við Enyimba Aba, sum hann bleiv nigerianskur meistari við. Maxwell hevur spælt 59 dystir í næstbestu deildini í Norra. Hann hevur eisini umboðað Nigeria á U19 og U20 landsliðnum.

 

Maxwell spælir sum vinstri vongur. Hann er kendur fyri at vera øgiliga arbeiðssamur og hevur nógva orku og ferð.

 

Vit ynskja Maxwell hjartaliga vælkomin í felagið, skrivar 07 Vestur í kvøld.