Uppflytararnir úr 1. deild, 07 Vestur og AB endaðu kappingarárið við sigrum á útivølli.
07 Vestur var á vitjan hjá bronsuvinnarunum hjá Skála. 07 Vestur vann dystin 2-0. Støðan í hálvleikinum var 1-0. Brian Olsen fekk 07 Vestur á sigurskós longu tá 10 minuttir vóru farnir.
Ímóti dystarenda staðfesti Hørður Johansen sigurin fyri 07 Vestur.
AB var á vitjan hjá B71 á Sandi. Argjamenn vunnu 4-1. Støðan í hálvleikinum var 0-0. Bjartur Kjærbo skeyt hattrick fyri AB, Nicolaj Eriksen skeyt fjórða málið hjá AB.
Við Margáir vann EB/Streymur 1-0 á Víkingi. KÍ vann 2-1 á NSÍ í Runavík, og HB vann 2-1 á B68 á Toftum
Niðast á síðuni ber til at hoyra eina samrøðu við tann bert 23 ára gamla venjaran hjá Skála, Eliesar J. Olsen.
Endaliga støðan í 1. deild aftaná 27 umfør =
1. 07 Vestur 68 stig
2. AB 61 stig
-----------------
3. Skála 54 stig
4. HB 47 stig
5. KÍ 38 stig
6. Víkingur 36 stig
7. EB/Streymur 30 stig
8. B71 27 stig
-------------------
9. B68 14 stig
10. NSÍ 14 stig