07 Vestur vónar at flyta upp í dag

Giza Hoyvík, sum hevur staðið seg væl nógvu tær seinastu ferðirnar, er gestur í Sørvági

Eingin ivast í, at 07 Vestur næsta kappingarár verður partur av bestu deildini. Tað eru fleiri vikur síðani, at EB/Streymur flutti upp. Í dag er møguleiki fyri, at uppflytingin hjá 07 Vestur verður staðfest. Tað resta tvey stig í, at uppflytingin formliga verður staðfest, og tað kann væl vera, at eitt stig veråður nóg mikið.

 

Í dag eigur 07 Vestur heimadyst í Sørvági. Fyrsta bríksl var longu klokkan 13. Giza Hoyvík er gestur í Vágum. Tað hevur gingið væl nógvu tær seinastu ferðirnar hjá Giza Hoyvík, sum ikki hevur tapt seks tær seinastu ferðirnar – fýra sigrar og tveir javnleikir.

Giza Hoyvík er á fjórða plássi og kappast við FC Suðuroy um bronsukrónurnar. FC Suðuroy, sum er trý stig frammanfyri Giza Hoyvík, er í dag í Klaksvík. KÍ vann fyrr í ár 4-2 á heimavølli ímóti GC Suðuroy, sum á Vágseiði vann 1-0 á KÍ.

 

EB/Streymur hevur longu tryggjað sær uppflyting. Sambært skránni skal EB/Streymur spæla á Argjum seinnapartin.

 

KÍ-FC Suðuroy: Súni Fríði Barbá kl. 14.30

NSí-HB: Rúni Olsen kl. 16.00

AB-EB/Streymur: Rani A. Skaalum kl. 15.00

07 Vestur-Giza Hoyvík: Petur Reinert kl. 13.00

B71-Víkingur: Janus Fossdalsá kl. 15.00