07 Vestur vann á KÍ

KÍ var og vitjaði 07 Vestur í Sørvági í dag.

 

Fyrst legði Tór-Ingar Akselsen 07 vestur á odda, síðan javnaði Páll Klettskarð fyri KÍ og seinni legði Tór-Ingar Akselsen aftur 07 Vestur á odda.

 

1-0 Tór-Ingar Akselsen (7 min)

1-1 Páll Klettskarð (35 min)

2-1 Tór-Ingar Akselsen (66 min)

 

og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið.

 

07Vestur hevur nú 11 stig, meðan KÍ verður standandi við 19 stigum.


Hetta er bert annar sigurin hjá liðnum úr Vágum hetta kappingarárið!

 

Mynd: jn.fo