Tað hevur ikki altíð verið so sannførandi hjá 07 Vestur higartil í ár. Úrslitini hava verið nógv upp og niður, og liðið hevur verið nærri botninum enn toppinum.
Eftir sannførandi 5-1 sigur á útivølli ímóti FC Hoyvík seinnapartin er 07 Vestur framvegis á sætta plássi. Men sigurin ber við sær, at 07 Vestur er við í kappingini um at flyta upp í bestu deildina.
Um endastøðan hevði verið soleiðis, sum hon er nú, so hevði 07 Vestur spælt ímóti nummar níggju í bestu deildini um eitt pláss í fremstu røð.
07 Vestur hevur 20 stig og er eitt stig aftanfyri B68, sum er á uppflytingarplássi.
Í morgin eigur B71 heimavøll ímóti NSÍ. B71 hevur 19 stig og hevur í morgin møguleika at leggja seg framum bæði B68 og 07 Vestur.
Tað vóru bara gott tveir minuttir farnir, tá ið tað eydnaðist gestunum at fáa hol á. Málskjútti var Predrag Jeremic. Fýra minuttir seinni var aftur javnt. Tað var Villiam Emil Klein, sum javnaði, eftir at Óli Restorff Hansen hevði spælt hann leysan.
Tølini siga, at getirnir vóru greitt omaná. 07 Vestur hevði 10 hornaspørk, og FC Hoyvík hevði tvey hornaspørk.
07 Vestur legði seg á odda 2-1, tá ið ein hálvur tími var farin. Eftir hornaspark átti Gilli Samuelsen uppleggið, og liðformaðurin Martin Tausen skoraði.
Í seinna hálvleiki skoraði 07 Vestur trý mál. Seks minuttir eftir steðgin økti Tór-Ingar Akselsen til 3-1 eftir upplegg frá Predrag Jeremic, og 20 minuttir eftir steðgin økti Predrag Jeremic til 4-1. Tá átti Teitur Olsen næstsíðsta fótin á.
Fimm minuttir undan leikloki staðfesti innskifti Jógvan Petersen sigurin. Uppleggið átti Karl Weihe, sum eisini varð skiftur inn í seinna hálvleiki.
FC Hoyvík er næstaftast við níggju stigum.
Um eina viku fær 07 Vestur vitjan av NSÍ, og tá skal FC Hoyvík spæla á útivølli ímóti HB.
KÍ - B68 1-3 (0-3)
0-1: sjálvmál 3.
0-2: Áki Johannesen 11.
0-3: Esmar P. Clementsen 43.
1-3: Eivin Sørensen 70.
FC Hoyvík - 07 Vestur 1-5 (1-2)
0-1: Predrag Jeremeic 3.
1-1: Villiam Emil Klein 7.
1-2: Martin Tausen 28.
1-3: Tór-Ingar Akselsen 51.
1-4: Predrag Jeremic 65.
1-5: Jógvan Petersen 85.
B36 - HB 9-2 (4-0)
1-0: Mattias W. Joensen 4.
2-0: Stefan Radosavljevic br 11.
3-0: Ragnar Samuelsen 18.
4-0: Brian Jakobsen 22.
5-0: Niklas Joensen 50.
6-0: Andrass Johansen 60.
6-1: Áki Samuelsen 61.
6-2: Øssur M. Dalbúð 65.
7-2: Jóhann Joensen 72.
8-2: Markus Hellisdal 80.
9-2: Ragnar Samuelsen 86.
AB - Víkingur 0-1 (0-1)
0-1: Signar á Brúnni 43.
Víkingur | 15 | 9 | 5 | 1 | 32 | 14 | 32 |
NSÍ | 13 | 7 | 5 | 1 | 32 | 20 | 26 |
HB | 14 | 7 | 3 | 4 | 32 | 31 | 24 |
KÍ | 15 | 7 | 2 | 6 | 29 | 30 | 23 |
B68 | 15 | 6 | 3 | 6 | 28 | 22 | 21 |
07 Vestur | 15 | 5 | 5 | 5 | 25 | 23 | 20 |
B36 | 15 | 6 | 2 | 7 | 27 | 27 | 20 |
B71 | 14 | 5 | 4 | 5 | 26 | 24 | 19 |
FC Hoyvík | 15 | 2 | 3 | 10 | 20 | 46 | 9 |
AB | 15 | 2 | 2 | 11 | 18 | 32 | 8 |
B71 - NSÍ útsettur
Leygardagin 29. august
KÍ - B71
Víkingur - B36
B68 - AB
07 Vestur - NSÍ
HB - FC Hoyvík