Tað sæst á lesaratølunum leygardag her á síðuni, at tað verður fylgt væl við í, hvussu kappingin í næstbestu deildini lagar seg.
Ivaleyst verður tað fylgt væl við í 07 Vestur leguni. Í fjør slapp 07 Vestur undan at flyta niður, tí tað var bara eitt lið í næstbestu deildini, sum kvalifiseraði seg at flyta upp. 07 Vestur endaði á níggjunda plássi í bestu deildini.
Í gjár vann næstbesta liðið hjá HB 3-1 á heimavølli ímóti B68. Samstundis vann næstbesta liðið hjá NSÍ trivaligan 7-1 sigur í grannauppgerðini ímóti Skála. Tann dysturin var við Løkin í Runavík. Hesi bæði úrslitini bóru við sær, at B68 nú er fýra stig frá uppflytingarplássi. ÍF sær longu nú út til mest sum at hava tryggjað sær pláss í bestu deildini næsta kappingarár.
07 Vestur er næstaftast í bestu deildini. Tað er bara eitt stig aftur til AB. Fjarstøðan fram til EB/Streym er níggju stig og verri málmunur. Tí snýr tað seg hjá 07 Vestur í fyrstu syftu um at halda AB aftanfyri seg.
Í dag eigur 07 Vestur heimavøll ímóti steypavinnarunum í B36, sum í fyrsta dystinum eftir finalusigurin í steypakappingini vunnu 2-1 í Runavík.
Hjá 07 Vestur hilnaðist tað stak illa fyri tveimum vikum síðani, tá ið tað endaði við 5-0 tapi á Skála.
Allir spælararnir hjá 07 Vestur eru tøkir.
Hjá B36 er listin framvegis langur við spælarum, sum ikki eru tøkir:
Lukasz Cieslewicz og Jónas þór Næs eru langtíðarskaddir, og Róaldur Jakobsen er skurðviðgjørdur og tískil ikki tøkur.
Benjamin Heinesen er leikbannaður, og tað er ivasamt um miðverjin Bjarni Petersen er førur fyri at spæla. Talan er um fótliðsskaða.
Robert Heðin Brockie er tøkur aftur eftir leikbann.