07V og KÍ vunnu knúsandi sigrar

07 Vestur hevði heimavøll ímóti AB, og vágamenn sendu argjamenn heim við einum 8-1 tapi. Í hálvleikinum hevði 07 Vestur longu skorað fimm ferðir, og teir bara øktu um sigurin í seinna hálvleiki.

 

Í Klaksvík vitjaði HB, og har var avhølving á skránni. KÍ legði seg á odda 2-0 í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki runnu klaksvíkingar havnamenninar fullkomiliga um koll og vunnu heili 9-1.

 

07 Vestur liggur á odda í 1. deild við 51 stigum, og KÍ hevur 49 stig. Trið í røðini er TB, sum hevur 42 stig, men hevur ein dyst til góðar. TB skal í morgin spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi.