07Vestur tók sessin frá B68

B68 hevur við sigri á Sandi í dag møguleika at endurvinna næstfremsta plássið í 1. deild

Sjeynda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skrá hesaferð. Longu í gjárkvøldið løgdu teir fyri í Miðvági, har tað var grannauppgerð. Og har var einki at rafla um. 07Vestur vann 5-0 eftir 4-0 eftir fyrra hálvleik. Harvið bíðar MB framvegis eftir fyrsta stiginum, og harvið lyfti 07Vestur seg fram á uppflytingarpláss - frammanfyri B68.

 

Skála, sum er ovast, skal seinnapartin spæla á útivølli í kommunuuppgerðini við Løkin í Runavík. B68, sum í gjárkvøldið misti uppflytingarplássið til 07Vestur, hevur møguleika seinnapartin at vinna tann sessin aftur. Toftamenn fyrireika seg til seinnapartin at spæla á útivølli ímóti B71, sum fýra tær seinastu ferðirnar hevur verið partur av javnleiki, og sum tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur verið partur av málleysum javnleikum.

 

KÍ og B36, sum bæði hava vunnið seks stig burtur úr seks teimum seks fyrstu umførunum, hittast í Klaksvík, og AB, sum higartil hevur staðið seg ógvuliga væl, fær vitjan av Víkingi, ið er á niðurflytingarplássi.

 

7. umfar

Í dag

B71-B68: Bent Tomy Linklett kl. 14.00

NSÍ-Skála: Kim Poulsen kl. 15.00

AB-Víkingur: Johan Petur Michelsen kl. 15.00

KÍ-B36: Bjarki Danielsen kl. 15.00

 

Í gjár

MB-07Vestur 0-5 (0-4)

0-1: Jákup Hansen 16.

0-2: Holgar Durhuus 19.

0-3: Holgar Durhuus 42.

0-4: Gunleif Olsen 44.

0-5: Jóannis á Steig 91.

 

Støðan

Skála 16

07Vestur 15

B68 13

B71  og AB 10

KÍ, NSÍ og B36 6

Víkingur 5

MB 0

07Vestur og MB hava spælt 7 dystir, og hini liðini hava spælt 6 dystir.