1 1/2 ára fongsul fyri neyðtøku av stjúkdóttrini

Seinnapartin í gjár fall dómur í málinum, um 39 ára gamla mannin, sum var ákærdur fyri at hava neyðtikið 14 ára gomlu fosturdóttir sína. Hann varð dømdur eftir fýra greinum í revsilógini og fekk hálvtannað ára fongsulsrevsingi. Maðurin tók við dóminum

39 ára gamli maðurin var ákærdur í tveimum førum, har hann hevði neyðtikið og framt annan grovan kynsligan ágang móti 14 ára gomlu stjúkdóttur síni.
Hendingarnar fóru báðar fram í heiminum í fjør. Maðurin varð dømdur eftir ákæruritinum, og fekk dóm fyri bæði brotini. Einasta ivamálið var, um gentan var fylt 15 ár, tá ið seinna neyðtøkan fór fram.

Dømdur fyri fýra brot
Sostatt varð maðurin dømdur fyri brot á fýra greinar í revsilógini. Hann varð dømdur fyri vanliga neyðtøku, aðra enn vanliga neyðtøku, neyðtøku framda ímóti barni undir 15 ár og neyðtøku av barni, sum tú hevur ábyrgd av.
Upprunaliga noktaði maðurin seg sekan, men seinnapartin í gjár tók hann kortini við dóminum, sum er treytaleyst fongsul í eitt ár og seks mánaðir. Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 1. desember, og henda tíðin verður trekt frá dóminum.
Gentan fær 30.000 krónur í endurgjaldi.