Fólk, sum eru í Arbeiðsloysisskipanini, fáa í mesta lagi 17.500 krónur um mánaðin. Tey flestu fáa nógv minni.
Men meira enn so fekk ALS-stjórin Ernst Hansen burturúr, tá ið hann 4. januar sendi stýrinum fyri Arbeiðsloysiskipana uppsøgn.
Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina tvíheldur um, at Ernst Jacobsen segði upp sjálvur og ikki var biðin um at siga upp.
Kortini gjørdi stýrið fyri ALS eina óvanliga góða fráfaringaravtalu. Fráfaringaravtalur verða annars vanliga bara gjørdar, tá ið leiðarar verða bidnir um at fara.
Mánaðarlønin hjá ALS-stjóranum er 49,2 túsund. krónur og 15 prosent í eftirløn. Avtalan gevur Ernst Jacobsen 14 mánaðarlønir og eftirløn fyri tíðarskeiðið fram til 31. mars 2014.
Hann skal eisini í seinasta lagi 1. februar hava 300.000 krónur fyri tíðarskeiði frá 1. juni 2011 til 1. Februar í ár. Tað eru 20 mánaðarlønir á 15.000 krónur.
Haraftrat fær hann upp í 50.000 krónur til førleikagevandi skeið.
Advokathjálp
Stjórin hevur havt advokat at hjálpa sær við at gera fráfaringaravtaluna við stýrið. Tann rokningin, sum kann vera í mesta lagi 50.000 krónur, fer eisini til stýrið.
Haraftrat yvirtekur hann farteldu, Ipad og fartelefon fyri einki. Hann kann brúka telefonina upp á rokning hjá ALS fram til 1. februar.
Alfred Petersen heldur ikki,at hetta var ein óvanliga góð avtala fyri stjóran. Hetta var tað, sum stýrið helt, at Ernst Jacobsen skuldi hava.
Stýrið hevur eina tíð vitað um ætlanina hjá Ernst Jacobsen at siga seg ur stjórastarvinum. Tí bar til at seta fyribilsstjóra beinanvegin.
Alfred Petersen sigur, at tey tingaðust um at velja ein fyribilsstjóra innhýsis ella fáa ein uttaneftir.
Tey valdu at heita á Marjun Eystberg í fyritøkuni Input, og hon skrivaði undir uppá, at hon ikki fer at søkja, tá ið stjórastarvið verður leyst. Hetta varð gjørt, fyri at eingin skuldi hava nakran fyrimun, tá ið starvið skal setast.