Eirikur Lindenskov
? Endamálið við hesum uppskotinum er at hækka útgjaldið úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Fyri at røkka hesum máli er neyðugt at hækka inngjaldið. Skotið verður upp, at inngjaldið, sum nú er 0,5 prosent frá hvørjum parti á arbeiðsmarknaðinum, verður hækkað við 0,50 prosentum, soleiðis at hetta verður 1 prosent frá hvørjum.
Hetta segði Vilhelm Johannesen, tá hann týdagin legði fram á ting uppskot um broyting í løgtingslógini um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin - millum manna nevndur »Samhaldsfasti«.
Vilhelm Johannesen segði, at sum kunnugt fór arbeiðsmarknaðargrunnurin at gjalda út tann 1. apríl 1997. Fyrsta árið varð mánaðarliga útgjaldið til hvønn móttakara 500 kr. 1. januar 1998 hækkaði útgjaldið upp í 525 kr. og 1. januar 1999 upp í 560 kr. Um inngjaldið verður óbroytt, kunnu vit rokna við, at útgjaldið verður 594 kr. um mánaðin í 2000, men um hetta uppskotið hjá Javnaðarflokkinum verður samtykt saman við uppskotinum í løgtingsmáli nr. 86, (sum snýr seg um afturgjalding av láni upp á 30 mió, sum varð lænt úr grunninum til ALS) verður mánaðarliga útgjaldið umleið 1200 kr. næsta ár.
Kreppan forkom upprunaligu ætlanini
Vilhelm Johannesen lýsti søguligu gongdina við at siga, at við lógini um samhaldsfastan arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, varð tann 17. mars 1988 lagt uppskot fram á ting um eina arbeiðsmarknaðareftirløn fyri øll. Í uppskotinum varð ásett, at inngjaldið skuldi verða 3% frá hvørjum parti á arbeiðsmarknaðinum tó soleiðis, at inngjaldið fyrsta árið (1990), skuldi verða 1%, næsta árið 1,5%, triðja árið 2% o. s. fr., til tað frá 1. januar 1997 kom upp á tey 3%. Eftir 1. viðgerð tann 15. apríl 1988 varð málið beint í arbeiðaramálanevndina. Eftir uppskoti frá meirilutanum í nevndini varð endaliga inngjaldið frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum sett til 2%.
Løgtingslóg nr. 71 frá 9. juni 1988 um samhaldsfastan arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum kom í gildi frá 1. januar 1990, fór kortini ongatíð at virka. Við løgtingsmáli nr. 58/1990 varð uppskot til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn lagt fram á ting tann 5. apríl 1991. Inngjøldini vórðu nú sett til 0.5% frá hvørjum parti á arbeiðsmarknaðinum. Goldið er inn í grunnin síðani 1. januar 1992. Sum nevnt var útgjaldið 500 kr. um mánaðin fyrsta árið. Við óbroyttum inngjøldum hækkar útgjaldið við 6% um árið tey næstu árini.
? Javnaðarflokkurin vísir á, at tað upprunaliga høga inngjaldið í grunnin upp á 3%, varð ásett út frá teimum góðu tíðunum í áttati árunum, meðan tað lága inngjaldið upp á 0.5% frá hvørjum parti varð ásett eftir, at tann herviliga og lemjandi búskaparkreppan var farin at hótta samfelagið. Vit halda tí, at nú tíðirnar eru við at gerast meira vanligar aftur, er tað bæði ráðiligt, rætt og rímiligt, at inngjaldið verður hækkað, soleiðis at endamálið við hesum, sum er ein hægri arbeiðsmarknaðareftirløn, lutvíst og stigvíst kann verða rokkið, segði Vilhlem Johannesen.
? Um vit seta okkum fyri, at inngjaldið árliga hækkar við 0,50%, til tað endaliga er komið upp á 3% frá hvørjum parti á arbeiðsmarknaðinum, røkka vit málinum í 2004.
Vilhelm Johannesen segði, at havandi í huga, at mánaðarliga útgjaldið við verandi lága rentustøði hækkar við 6% árliga, kunnu vit rokna við, at útgjaldið í 2004 kemur upp á einar 4 ? 5.000 kr. um mánaðin. T.v.s. at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður ájavnt við verandi fólkapensión (grundupphædd + pensións viðbøtur).
? Vit leggja uppskotið fram við tí fyri eyga, at gera tað livili hjá tí eldra ættarliðnum í Føroyum, og er tað okkara vón og ynski, at hetta uppskot fær eina góða og sakliga viðgerð her á tingi, og ikki minst, at tað vinnur frama millum tingmenn soleiðis, at uppskotnu broytingarnar verða settar í verk, segði tingmaður Javnaðarfloksins.