John Johannessen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur tikið avgerð um at veita trimum verkætlanum stuðul av játtanini til alternativar orkuverkætlanir. Játtanin er í ár 1,4 miljónir krónur.
Tey, ið hava fingið tilsøgn um stuðul, eru hesi: KN Smiðjan í Trongisvági hevur fingið 36.000 krónur til forkanningar, greiningar og frágreiðingar um tøkniligar loysnir at seta saman dieselmotor og elektromotor í bát, ætlaður at sigla við ferðafólki. Serligur dentur verður lagdur á at fáa ein ljóðleysan bát at sigla undir fuglabjørgunum.
Sp/f Met hevur fingið 845.000 krónur til at menna eina intelligenta skipan (hardware og software) til at stýra og umsita orkuveiting frá varandi orkukeldum (eitt nú vindorku) til m.a. upphiting. Verkætlanin hevur ítøkiligt tilknýti til orkuverkætlanina hjá Nólsoyar Orkufelag, sum í hesum døgum er um at gerast veruleiki.
P/f Rhesa hevur fingið 519.000 krónur til part av orkuverkætlanini á Kambsdali.