FC Suðuroy er oddlið í 1.deild hjá monnum eftir at AB og TB deildu stigini á Argjum. FC Suðuroy vann trygt á Víkingi, meðan NSÍ II og FC Hoyvík vunnu. 07 Vestur møtti ikki upp á Skála og tapti 3-0 uttan dyst.
TB kom á odda longu eftir 11 minuttir við máli, ið Dan Mortensen skoraði. Í seinna hálvleiki javnaði Milan Kuljic fyri AB til endaliga úrslitið 1-1. Úrslitið merkir, at AB missur oddasessin til FC Suðuroy.
FC Suðuroy var á odda 3-0 aftaná ein hálvan tíma í dystinum móti Víkingi II. David Asare legði FC Suðuroy á odda tá dysturin var tíggju minuttir gamal. Síðani økti John T. Poulsen til bæði 2-0 og 3-0 fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki minkaði Ingi Sørensen fyri Víking II, áðrenn David Asare og Tóki Brattalíð øktu til endaliga úrslitið 5-1.
Í Gundadali vann FC Hoyvík 2-1 á teimum næstbestu hjá HB II. Tað var annars HB II, ið kom á odda við máli, sum Jákup Slættalíð skoraði eftir hornaspark. Eyðun Højgaard javnaði tá dysturin var ein tíma gamal. Jan M. Laursen rak seg leysan í brotsteiginum og legði móti fyri føturnar á Eyðuni, sum javnaði úr stuttari fjarstøðu. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn í evstu løtu, tá Eyðun Højgaard var fyrstur á eftir horna.
NSÍ vann 4-2 við Løkin móti EB/Streymi II. Viggo Johannesen skoraði tvey, meðan Arni Gregersen og Jóannes Hansen skoraðu hini bæði málini fyri NSÍ II. Arnar Dam og Andru Poulsen skoraðu fyri EB/Streym II.
1: deildmenn
FC Suðuroy Víkingur 5-1 (3-1)
1-0 David Asare, 10
2-0 John T. Poulsen, 18
3-0 John T. Poulsen, 30
3-1 Ingi Sørensen, 48
4-1 David Asare, 51
5-1 Tóki Brattalíð, 81
HB FC Hoyvík 1-2 (1-0)
1-0 Jákup Slættalíð, 18
1-1 Eyðun Højgaard, 60
1-2 Eyðun Højgaard, 90
Skála 07 Vestur 3-0 (Uttandyst)
AB TB 1-1 (0-1)
0-1 Dan Mortensen, 11
1-1 Milan Kuljic, 52
NSÍ EB/Streymur 4-2 (2-2)
1-0 Jóannes Hansen
1-1 Arnar Dam
2-1 Arni Gregersen
2-2 Andru Poulsen
3-2 Viggo Johannesen
4-2 Viggo Johannesen
1. FC Suðuroy 40
2. AB 37
3. TB 36
4. NSÍ II 28
5. Skála 27
6. Víkingur II 21
7. FC Hoyvík 20
8. HB II 17
9. EB/Streymur II 15
10. 07 Vestur II 0