Johan Dahl úr Sambandsflokkin hevur havt størstu fráveruna úr Løgtinginum hesa tingsetuna. Tað vísir uppgerðin í gerðabók Løgitngsings, har skrivað verður upp, hvussu tingfólk møta til tingfundir.
Hóast Løgtingið førir protokol yvir, hvussu tingfólk møta upp, so hevur tað ikki verið gjørt, meðan korona herjaði, men hendan siðvenja varð kortini tikin uppaftur, tá koronutiltøkini vórðu tikin av.
Tí er uppgerðin yvir fráveru hjá tingfólki ikki fullfíggjað – soleiðis at skilja, at tey kunnu hava havt fleiri fráverur, enn tær, sum eru skrásettar.
Tá ið Løgtingið hevði sín seinasta fund í hesum tingárinum, greiddi løgtingsformaðurin Jógvan á Lakjuni frá, at Løgtingið hevur síðani á ólavsøku 2021 havt 83 fundir, ið hava vart 365 tímar.
140 mál eru løgd fram, umframt tvær frágreiðingar sambært § 51 í Tingskipanini.
6 mál eru ikki komin aftur úr nevnd. Øll hini málini eru avgreidd frá tinginum.
16 skrivligir fyrispurningar eru settir. 75 munnligir fyrispurningar vóru á skrá á 5 fundum, og 38 ófráboðaðir fyrispurningar eru settir og svaraðir á 6 fundum.
186 § 52a spurningar eru settir higartil.
Fíggjarnevndin hevur havt 40 fundir, Uttanlandsnevndin 18, Vinnunevndin 17, Trivnaðarnevndin 19, Mentanarnevndin 16, og Rættarnevndin hevur havt 19 fundir.
Og Løgtingsfundirnir hava verið 83 í tali hetta tingárið, sum byrjaði á ólavsøku í fjør.
Í formansskapinum hjá løgtinginum eru løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, og 1., 2. og 3. forfólkini, Johan Dahl, Eyðgunn Samuelsen og Bjørt Samuelsen. Og løgtingsins 1. næstformaður, Johan Dahl, stendur sum nevnt ovast á listanum við størstu fráveruni. Hann er skrásettur fyri ikki at hava møtt á 10 tingfundum, har hann heldur ikki hevur havt varafólk fyri seg á fundi.
Listin yvir fráveruna hjá tingfólki, sum er noterað í gerðabók Løgtingsins, sær soleiðis út:
nr. |
Tingfólk |
ikki møtt á fundi |
1 |
Johan Dahl |
10 |
2 |
Kristin Michelsen |
9 |
3 |
Erhard Joensen (fyri: landsstýrismann) |
8 |
4 |
Frimodt Rasmussen |
7 |
5 |
Høgni Hoydal |
7 |
6 |
Rósa Samuelsen |
7 |
7 |
Bill Justinussen |
5 |
8 |
Christian Andreasen |
5 |
9 |
Ingilín Didriksen Strøm |
5 |
10 |
Jákup Mikkelsen |
5 |
11 |
Jaspur Langgaard (fyri: landsstýrismann) |
5 |
12 |
Aksel Vilhelmson Johannesen |
4 |
13 |
Bjarni Hammer |
4 |
14 |
Eyðgunn Samuelsen (fyri: 'Heðin Mortensen') |
4 |
15 |
Henrik Old |
4 |
16 |
Helgi Abrahamsen |
3 |
17 |
Jacob Vestergaard |
3 |
18 |
Jóhannis Joensen |
3 |
19 |
Sirið Stenberg |
3 |
20 |
Beinta Løwe Jacobsen |
2 |
21 |
Bjørt Samuelsen |
2 |
22 |
Edva Jacobsen (fyri: landsstýrismann) |
2 |
23 |
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur |
2 |
24 |
Jørgen Niclasen |
2 |
25 |
Páll á Reynatúgvu (fyri: 'Kristina Háfoss') |
2 |
26 |
Steffan Klein Poulsen (fyri: landsstýrismann) |
2 |
27 |
Djóni Nolsøe Joensen |
1 |
28 |
Heðin Zachariasen (fyri: landsstýrismann) |
1 |
29 |
Rógvi Egilstoft (fyri: 'Jákup Mikkelsen') |
1 |
30 |
Uni Rasmussen |
1 |