1. oktober verður eldradagur

Eldraráðið í Tórshavnar kommunu heitti í fjør á kommununa um, at ein dagur í árinum skuldi verða ásettur at vera dagur teirra eldru.

Sosiala nevnd tók beinanvegin undir við áheitanini, og síðani hevur verið arbeitt víðari við ætlanini.
Sameindu Tjóðir samtykti fyrst í 90'unum, at 1. oktober skuldi vera altjóða eldradagur. Í grannalondum okkara hevur verið vanligt, at dagurin verður hildin, og tað eru eldraráðini, sum í stóran mun skipa fyri hesum. ST ásetir evnið fyri dagin, sum so er felags evni kring allan heim.
Bæði trivnaðarstjórin og sosialdeilarleiðarin mæltu til, at 1. oktober eisini hjá okkum verður dagur teirra eldru. Sosiala nevnd samtykti á fundi tann 2. mars at taka undir við tilmælinum. Við tiltakinum verða Tórshavnar kommuna og Eldraráðið partar av tí altjóða týdningarmikla arbeiði, sum setir fokus á umstøðurnar og lívsgóðskuni hjá teimum eldru.
Umsitingin fer nú saman við Eldraráðnum at fyrireika fyrsta eldradagin 1. oktober 2010.