10.000 krónur er eisini pengar!

Tað eydnaðist ikki so væl hjá Kristionnu Haraldsen í Gekka-spælinum í kvøld, men hon takkaði fyri tær 10.000 krónurnar, sum fullu í hennara lut í dráttinum.

Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld var á 1,4 miljónir krónur, og tað var Kristianna Haraldsen í Sandavági, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum. Hon valdi at deila høvuðsvinningin í allar tríggjar leyparnar við 500.000 krónum í hvørjum leypi. 

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 50.000 krónur. - Eg haldi, eg koyri víðari, segði hon. Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 60.000 krónur.

- Eg koyri einaferð aftrat, segði Kristianna Haraldsen. 

Men, heldur ikki í triðja og seinasta drátti eydnaðist tað kvinnuni í Sandavági at røkka teirri hálvu miljónini. Hesaferð steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin í kvøld saman við teimum 500 krónunum, sum plátan gevur. 

- 10.000 krónur er eisini fínasta slag. Tað er eisini pengar, segði Kristianna Haraldsen og takkaði fyri vinningin.