10,6 milliónir í endurgjaldi

Hagaparturin Ytri Suðurtriðingur fær 10,6 milliónir krónur í endurgjaldi fyri mist lendi og grót úr haganum í samband við útbygging av Vága Floghavn

Føroya Rættur hevur sett punktum í drúgva stríðnum millum hagapartin Ytri Suðurtriðingur og Vága Floghavn, sum í áravís hava trætast um endurgjaldið fyri lendið, ið hagin misti í samband við at flogbreytin varð longd upp í 1799 metrar.
Lendið varð ognartikið, stutt áðrenn arbeiðið at leingja vøllin fór í gongd í 2010. Upprunaliga vildi Vága Floghavn gjalda 340.000 krónur fyri lendið, meðan hagin kravdi góðar 23 milliónir krónur.
Síðani hava metingarnevndir mett um kravið. Onnur metti hagan hava rætt til 27 krónur fyri fermeturin, meðan hin metti hagan hava rætt til 71 krónur fermeturin. Talan er um tilsamans góðar 193.000 fermetrar av lendi.
Avgerandi fyri prísin er í stuttum, hvussu økið skal definerast. Er talan um vanligan haga, tað vil siga lendi millum bygda? Ella er økið at rokna sum partur av bygdum øki, fevnt av eini byggisamtykt?
Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at talan er um lendi millum bygda, og tí skal hagaparturin hava 27 krónur í endurgjaldi fyri hvønn fermeturin. Tí fekk hagaparturin góðar 5,2 milliónir krónur í endurgjaldi fyri mist lendi.

Grótið
Men tað er ikki bara mist lendi, ið hagaparturin Ytri Suðurtriðingur heldur seg hava rætt til endurgjald fyri. Nógv grót varð tikið úr haganum til útbyggingina av flogbreytini, og hagaparturin tvíheldur um, at hetta skal Vága Floghavn gjalda fyri. Talan er um góðar 1,1 millión kubikk av gróti, og tí kravdi hagaparturin stívliga 6,5 milliónir krónur fyri tað. Hesum fekk hagaparturin fult viðhald í, tá dómur fall í Føroya Rætti.
Í samband við at leingja vøllin hevur Vága Floghavn velt nógv av økinum hjá haganum, og tí hevur hesin parturin av haganum eitt størri virði í dag enn áðrenn arbeiðið fór ígongd. Hesa virðisøking metti Føroya Rættur til eitt virði á stívliga 1,2 millión krónur. Henda upphæddin varð tí drigin frá endurgjaldinum til hagapartin.

Helvtin
Tá avtornaði var kravið hjá hagapartinum móti Vága Floghavn og í síðsta enda Vinnumálaráðnum 20,6 milliónir krónur. Hagaparturin metti seg hava rætt til 71 krónur fyri hvønn fermetur av lendi, umframt ávíst gjald fyri hvørt kubikk av gróti. Tá avtornaði fekk hagin góða helvt av kravinum, tilsamans 10,6 milliónir krónur.
Advokaturin hjá Vága Floghavn, og harvið í síðsta enda Vinnumálaráðnum, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til dómin. Óla Jákup Kristoffersen segði seg serliga vera misnøgdan við úrskurðin um grótið. Hann heldur tað ikki vera rímuligt at Vága Floghavn skal gjalda fyri grót í einum øki, sum partafelagið longu frammanundan rindar ein fermeturprís fyri.
Bjørn á Heygum, advokatur hjá hagapartinum Ytra Suðurtriðingi, var hinvegin misnøgdur við at hagaparturin einans fær endurgjald á 27 krónur fermeturin, tá kravið nú var 71 krónur fyri fermeturin.
Dómur fall í Føroya Rætti mánadagin, og partarnir hava nú fýra vikur at umhugsa støðuna. Tá fæst at vita, um punktum verður standandi, ella dómurin verður skotin inn fyri Eystara Landsrætt.


..

Hagaparturin Ytri Suðurtriðingur (teknaður við reyðum) misti tilsamans 193.000 fermetrar av lendi, tá flogbreytin varð longd upp í 1799 metrar. Ljósabláu kassarnir á lítlu myndini vísa ognartøkuna, meðan myrkabláu kassarnir vísa arbeiðsøkið, ið varð tikið í samband við útbyggingina.